Og hetta ger ikki flaggdagshaldið í Fámjin minni sermerkt.
Tann 25. apríl kl 14:00 verður flaggdaghald í Fámjin.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, heldur røðu og Tvøroyrar Hornorkestur spælir.
Aftaná haldið eru øll vælkomin í Vesturhøll til drekka og kringlu, og gongufólk og rennarar fáa vatn og frukt, frættist úr Fámjin.