- Edmund Joensen, løgmaður, hevur havt trupulleikar av at finna sín leiklut sum løgmann í nýggu stýrisskipani. Tað vísir eitt nú vánaliga samskiftið hansara við tingið og í samgonguna.
- Sambært nýggu skipanini skuldi løgmaður ikki umsita málsøkir, men tað hava teir í Tinganesi tulkað øðrvísi .
Hetta sigur Anfinnur V. Hansen, advokatur, sum saman við advokatunum Sjúrða Rasmussen og Bjørn á Heygum, smíðaði nýggju stýrisskipanarlógina, ið varð tikin í nýtslu á ólavsøku 1995.
Er torført hjá politikararunum at semjast, so ber altíð til at geva nýggju stýrisskipanarlógina skyldina, men hvussu hevur hon hilnast?
Politikarar skulu læra at brúka lógina
- Tað hevur gingið hampuliga væl á flest øllum økjum. Umsitingin riggar væl, men tingmenn og landsstýrismenn skulu læra at brúka lógina, sigur Annfinnur V. Hansen.
Hann heldur at byrjunartrupulleikar hava verið t.d. í samskiftinum millum Landsstýrið og Løgtingið.
- Tað kemst helst av, at politikarar skulu royna ein nýggjan leiklut og læra seg at brúka nýggja amboðið, sum stýrisskipanin er.
Sita eftir broyttum fortreytum
- Ein vansi er tað eisini at Landsstýrið, ið nú situr, skal venja seg at arbeiða øðrvísi enn eftir gomlu skipanini, sum var galdandi tá valskeiðið byrjaði.
- Tað hevur ikki bert sett síni spor í samskiftinum millum Landsstýrið og Løgtingið, men eisini í samskiftinum í samgonguni, sigur Anfinn V. Hansen.
Áður var galdandi, at tað altíð var meirluti fyri einum uppskoti. t.v.s. at teir noyddust at tryggja sær trúskap frá tí einstaka í samgonguni. Tað er ikki neyðugt longur.
Áður vóru lógirnar gjørdar í samstarvi millum tingnevndir og Landsstýrið, og um lógin ikki varð so væl orðað, so bar altíð til at stýra við kunngerðum.
- Í dag sita landsstýrismenn og smíða lógir á hvør sínum øki, uttan at hinir vita um innihaldið, sigur Annfinn V. Hansen.
- Hava tinglimir og politikarar annars fingið nóg holla vitan um, hvussu nýggja skipanin skal brúkast?
- Tingformenn o.V. Hava fingið lutvíst innlit og lógin var fyri í tingmannanevndini áðrenn hon varð samtykt, men um tað er nóg mikið, veit eg ikki. Vit kunnu helst ongantíð gera ov nógv á tí økinum, sigur Annfinn V. Hansen.
- Nøkur tingfólk duga væl at brúka hana, men trupulleikin er, at so nógv nýggj fólk er komið inn á ting, sum skulu seta seg inn í tingarbeiðið.
- So eru tað teir gomlu tinglimirnir, sum hava sitið so leingi eftir gomlu skipanini, og tí hava torført við at skifta, sigur Annfinn V. Hansen.
Vánaliga samskiftið er størsti vansin
Hann heldur at størsti vansin í broyttu skipanini er leikluturin hjá løgmanni, sum hevur havt torført við at samskifta við tingið. Tað er stóra broytingin. - Løgmaður er við nýggju stýrisskipanini farin frá at virka sum hægsti embætismaður, til at verða samskipari av politiska arbeiðinum.
- Tað merkir, at Edmund Joensen skal síggja til at arbeiðið gongur rætt fyri seg. Hann skal fáa partarnar at semjast og annars at hava eftirlit við politiska arbeiðinum, sigur Annfinn V. Hansen.
Løgmaður hevur fingið nógvar atfinningar í sínum virki. Ein atfinningin móti løgmanni er, at hann umsitir málsøkir, og tað skapar trupulleikar, heldur Annfinn V. Hansen.
- Tað, at løgmaður umsitir málsøkir ger hann til ein part av skipanini á hædd við landsstýrismenninir.
- Tað merkir, at eingin kann meta um ella finnast at hansara umsiting av sínum málsøkjum. Tað er ein veikleiki, sigur Annfinn V. Hansen.
Ein spurningur um tulking av lógini
- Er orðingin í lógini um løgmansins leiklut, ikki nóg greið?
- Vit søgdu, at løgmaður ikki skuldi umsita málsøkir, men í Tingansei hevur hetta verið tulkað øðrvísi, sigur Annfinn.
Hann vísir til sjórnarleiðarar aðrastaðni. Eitt nú umsitur danski forsætisráðharrin bara heimastýrislógina, t.v.s. Grønland og Føroyar, og tað hevur Nyrup Rasmussen sum kunnugt ikki brúkt nógv av síni tíð til, heldur advokaturin.
- Er tað spurningur um byrjanartrupulleikar?
- Nú er stýrisskipanarlógin bert ein karmur, sum politikararnir skulu útfylla. Tað er eisini ein spurningur um aðrar broytingar. Eitt nú bygnaðarbroytingarnar, sum eftir mínum tykki eru væl áleiðis.
- Skipanin kann ikki virka til fulnar, áðrenn ein stjórn er vald eftir nýggu skipanini. Fyrr kanst tú ikki vita, hvussu skipanin virkar.
Heldur ikki ber til at siga, hvussu tingarbeiðið riggar eftir nýggju skipanini, áðrenn tingið hevur lært at brúka nýggju skipanina.
Ósemjurnar hava
onga ávirkan
Anfinn V. Hansen heldur, at hóast tað í løtuni er so torført hjá løgmanni at finna sín leiklut, so hevur tað ikki víst seg, at hava ávirkan.
- Høvdu vit havt somu politisku støðu í samgongu og andstøðu, sum í dag, men við gomlu skipanini, so hevði allur politikkur verið steðgaður upp. T.v.s. at tingið tá ikki hevði fingið lógir samtyktar uttan so at meirluti var til staðar í tinginum.
- Tað kemst av, at Landsstýrið ikki er so bundið at tinginum í dagliga arbeiðinum, sigur Annfinn V. Hansen.
Hann ásannar at hóast samskiftið ikki er gott - og tað kundu vit verið fyri uttan - so er tað eingin vanlukka fyri samfelagið.
Menniskjansligi faktorurin havast í huga
Annfinn A.Hansen heldur eisini, at flestu málsøki verða væl umsitin og eftir ætlanini, hóast menniskjansligi faktorurin altíð skal havast í huganum.
- Tann háttur, sum umleggingin av almennu umsitingini nú fer fram eftir, fer skjótt at geva úrslit.
- Tað, at hvør landsstýrismaður sær er sloppin frá nevndum og ráðum, sum tóku avgerðir á hansara málsøki, hevur ført til, at vit hava fingið eina meira virkna skipan.
- Tað merkir, at landsstýrismenn taka politiskar avgerðir og samstundis skulu síggja til, at tær verða framdar. Tað er eitt stórt framstig, sigur Annfinn V. Hansen.