Løgmaður hevur koyrt Jenis av Rana úr Starvi

Løgmaður yvirtekur málsøkini hjá honum

Løgmaður hevur í dag gjørt av at koyra Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkis- og mentamálum, úr starvi. Tað boðar løgmaður frá beint nú.

 

Løgmaður sigur í stuttari viðmerking, at:

 

“Síðani eg tók við sum løgmaður havi eg roynt at vera savnandi, diplomatiskur og rúmligur. Men samstundis má eg ásanna, at landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum yvir eitt longri tíðarskeið, hevur bjóðað hesum av. Tá landsstýrismaðurin so í gjár alment heitir á onnur landsstýrisfólk um beinleiðis at ganga í móti boðum løgmans, ja tá røkkur mín rúmligheit ikki longur. 

 

Løgmaður røkir fyribils uttanríkis- og mentamál, sbr. fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 140 frá 4. november 2022.