Løgmaður: Marknamálið krevur sín mann burturav

Tað er komið heilt óvart á fólk, sum hava tilknýti til menningina av eini føroyskari oljuvinnu, at løgmaður hevur sett Árna Olafsson frá sum formann í Oljuráðleggingarnevndini. Tey siga, at við hesum missa vit ein sera dugnaligan, vælkvalifiseraðan og virdan mann í einum sera týðandi sessi, nú eitt nú 1. útbjóðingarumfar stendur fyri framman. Løgmaður sigur, at marknamálið hevur fyrsta prioritet og krevur sín mann.



Løgmaður hevur gjørt av, at Árni Olafsson, sum síðani várið 1994 hevur verið formaður í Oljuráðleggingarnevndini, nú skal úr nevndini. Í tíðindaskrivi í vikuni stendur, at stigið er tikið við tí í hyggju, at Árni Olafsson frameftir burturav skal arbeiða við spurninginm um landgrunnsmarkið millum Føroyar og Bretland.

Har verður eisini víst til, at løgmaður undir viðgerðini av uppskotinum til kolvetnislóg legði stóran dent á, at marknamálið verður loyst. Hetta verður so undirstrikað av, at formaðurin í teirri nevnd, ið samráðist um markið, ikki samstundis hevur ábyrgdina av fyrireikingunum til oljuleiting.

Í staðin fyri Árna Olafsson er Arne Poulsen, vinnumálastjóri settur sum formaður í Oljuráðleggingarnevndini.


Onga viðmerkingar

Sosialurin hevur roynt at fáa eina viðmerking frá Árna Olafssyni til hesa avgerð løgmans, men hann sigur seg einki kunna seg um tað. Hann vil sostatt einki siga um, antin henda avgerð løgmans er í tráð við hansara egnu meining og metingar ella ikki.

-Men hevur løgmaður spurt seg fyri hjá tær, áðrenn hann tók hesa avgerð?

-Eg havi onga viðmerking.

-Men er tað ikki at meta sum ein degradering av tær og tínum arbeiði, tá tú nú verður settur frá sum formaður í Oljuráðleggingarnevndini?

-Onga viðmerking.

Og tá vit spyrja Árna Olafsson, um tað ikki er óheppið at skifta hann út í nevndini, nettup tá ein so týðandi partur av arbeiðinum sum 1. útbjóðing er eftir, sigur hann seg heldur onga viðmerking hava.

Og sama er svarið, tá vit spyrja hann, um hann ikki megnar at vera formaður í Oljuráðleggingarnevndini um somu tíð sum hann er leiðari av føroysku samráðingarnevndini í marknatrætuni.


Púra óvart á fólk

Sosialurin skilur annars á keldum, sum hava havt nógv við alt oljumálið at gera , at tað er komið púra óvart á, at løgmaður nú einvíst setir Árna Olafsson úr nevndini.

-Við hesi avgerð missa vit eina sera dugnaligan, virdan og kvalifiseraðan formann, sum ikki bert hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri okkum føroyingar men sum eisini er sera væl lýddur í umheiminum sigur keldan við blaðið.

Árni Olafsson hevur verið við í oljumenningini í Føroyum frá byrjan. Hann er tann persónur, sum hevur størsta innlitið í hetta stóra málið og sum av somu orsøk hevur flestu kontaktirnar við oljufeløg oo. uttan fyri Føroyar.

Keldan sigur við Sosialin, at Árni Olafsson hevur dugað ómetaliga væl at telva í hesum so stóra og nýggja talvi, sum alt oljumálið er. Tað sýnist tí heilt høpisleyst at taka Árna Olafsson úr Oljuráðleggingarnevndini, nú ein so týðandi partur sum treytir, reglur og lógir í sambandi við 1. útbjóðing standa fyri framman. Keldan leggur tó dent á, at bæði Petur Alberg Lamhauge og Arni Poulsen, sum eru komnir í nevndina, eru væl kvalifiseraðir.

-Men tað undrar meg, hvussu tað ber til, at Arne Poulsen kann vera í nevndini nú, tá hann ikki kundi vera har, tá hann tók við sum stjóri í Vinnumálastýrinum sigur keldan við blaðið.

-Eg dugi heldur ikki at skilja, hví tað skal vera so alneyðugt nú at lata Árna Olafsson arbeiða við marknatrætuni burturav. Hann hevur jú røkt bæði størvini í fýra ár og nú naggatódn er í samráðingunum skuldi ein ikki trúð, at tað hevði so stóran týdn-ing at geva honum enn betri stundir til samráðingarnar sigur keldan við Sosialin.


Røtt avgerð

Vit hava spurt løgmann, um tað ikki er at diskvalifisera og undirmeta Árna Olafsson og tað arbeiði hann hevur gjørt, nú hann ikki longur skal vera formaður í Oljuráðleggingarnevndini?

-Nei tað er beint tvørturímóti. Eg havi jú víst á, hvussu stóran dent eg leggi á at fáa marknamálið loyst og hvussu stóran prioritet tað skal hava. Henda avgerð er bert ein staðfesting av tí.

Løgmaður sigur víðari, at vit nú skulu til at meta um, hvørji landgrunnsøki møguliga skulu bjóðast út við skili, soleiðis at ein ikki ger nakað, sum setir okkum verri í marknamálinum. -Hetta er ein stór uppgáva, sum Árni Olafsson skal standa fyri.

Edmund Joensen vísir á, at tað, sum Oljuráðleggingarnevndin hevur lagt fram, er tann stóri parturin. Tað, sum er eftir, er skattaparturin og útbjóðingarparturin. Hetta er so tað, sum teir báðir nývaldu limirnir í Oljuráðleggingarnevndini, Petur Alberg Lamhauge og Arne Poulsen eru beinleiðis involveraðir í.

-Tí hildu vit tað vera rætt nú at lata teir medvirka í hesi uppgávuni. Tað skal jú vera samsvar millum tað, sum umsitingin skal kunna klára og umsita av tí arbeiðinum, sum eftir er.

Løgmaður leggur dent á, at marknauppgávan er so ómetaliga stór og krevur sín mann. Hon verður avgerandi fyri alt annað.

-Men er møguleiki fyri, at Árni Olafsson aftur verður formaður í Oljuráðleggingarnevndini, tá marknatrætan er loyst?

-Eg vænti, at tað í framtíðini fer at vera ein heilt øðrvísi nevnd. Tað verður meira ráðgeving til ta oljuumsiting vit hava.

Nú løgmaður umsitur mentanarmál í Tinganesi heldur hann tað eisini vera týdningarmikið at taka við aðrar tættir í samfelagnum so sum mentanarlívið við í eina slíka ráðgeving. Tann ráðgevingin skal vera meira breið, tvs. umfata bæði mál og mentan og annars alt, sum rørist í samfelagnum.