Dumpaðir í heimastýri Tað er í grundini eitt løgið land vit liva í. Konsekvensleyst, sjálvdestruktivt, ódiciplinerað og á mangan hátt anarkistiskt. Tað var tikið til undir kreppuni fyrst í 1990- unum, at føroyingar vóru dumpaðir í heimastýri. Tað er so satt, sum tað er sagt. Av berari politiskari vanstýring og peningaligum ábyrgdarloysi endaðu vit í einum búskaparligum skrædli, sum neyvan hevur sæð sín líka í nýggjari tíð. Hesaferð má sigast, at heimastýrið aftur er dumpað. Heimastýrið megnar nevniliga ikki at halda lóg og landaskil, og er als ikki ført fyri at tryggja virðing og respekt fyri vanligu spælireglunum í einum demokratiskum samfelag. Tá Føroya løgting beinleiðis er farið at vælsignað grov lógarbrot á landsins yviskipaðu lógir, við at geva tí veruliga seka Johan Dahl sítt treytaleysa álit, tá má vera nakað rívandi galið við sjálvari tí politisku skipanini, - ella kanska enn meira ræðandi - teimum persónum, sum settir eru at umsita hesa somu skipan. Alla aðrastaðni í verðini hevði eitt brot á grundlógina, manglandi virðing fyri givnum heimildum, ella svik við almennum peningi, fingið skjótar og álvarsligar politiskar avleiðingar fyri tann, sum hevði ábyrgdina. – Hetta hendir bara ikki í Føroyum. Valdsapparatið verjir síni ólíkindi Tað, sum kanska var tað mest skelkandi við hesi gølu var, sum eygleiðari at vera eygnavitni til, hvussu væl sjálvt valdsapparatið altíð roynir at verja síni ólíkindi. Tá so er, vera øll segl sett til, - her er onki heilagt - og her vera ongar skitnar “metodur” spardar! Langt áðrenn sjálv niðurstøðan í Landsstýrismannanevndini var almannakunngjørd, var sjálvt Vinnumálaráðið úti á síni heimasíðu og proklameraði sigursælt, at Johan Dahl var fríkendur fyri allar skuldsetingar um brot á galdandi lógir. So ófatuligt tað ljóðar, so letur umsitingin seg eftir øllum at døma misbrúka beinleiðis politiskt við at leggja navn til, og harvið blíva partur av einari politiskari gølu, sum bert snýr seg um landsstýrismannin, og als ikki um Vinnumálaráðið. Hetta er i grundini óhoyrt, og als ikki sambæriligt við tær uppgávur embætisverkið er sett at røkja. Landsstýrismaðurin keypir seg til røttu meiningarnar Hartil er nú komið fram, at Landsstýrismaðurin hevur nýtt skattaborgarans pening til tess at keypa sær uttanhýsis hjálp til tær røttu meiningarnar, sum kundu bjarga honum úr politiska óførinum. Føroyski skattgjaldarin skal nú rinda 79.800 kr. + mvg, ella íalt kr 99.750,00 fyri at fjala útyvir valdsmisnýtslu og ólíkindi hjá Jóhan Dahl. Hvar er heimildin fyri at brúka pening borgarans til persónligar spinndoktarar, advokatar, fjølmiðlaráðgevar v.m. hjá einum landsstýrismanni, sum er komin sær út í politiskt illveður, kann man við góðum rætti spyrja ? Hvar er kontoin í Vinnmálamálaráðnum til verju av einum landsstýrismanni, sum hevur ábyrgdina av sviki mótvegis landskassanum fyri 4,4 mio. kr? Um løgmaður enn skal røkja sina skyldu sambært stýrisskipanini um at ansa eftir, at landsstýrismenn røkja sítt starv á lógligan og fullgóðan hátt, so er tað onki meira enn sjálvsagt, at hann setur fram krav um eitt svar uppá henda principiella spurning! Propagandistiska átakið hjá landsstýrismanninum var eyðsýnt. Tað skuldi fyri føroyska almenninginum virka, sum um ein faklig og saklig meting lá aftanfyri hesa bombastisku útsøgn frá Johan Dahl um reinsing og fríkenning á heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum. Bestilt verjurit Men ikki nóg mikið við tí, at Johan Dahl sum landsstýrismaður fekk bæði Vinnumálaráðið, advokatar og fjølmiðlarágevar til at renna politisk sneisaørindi fyri seg . Hann konstruerar eisini eitt sokallað persónligt verjurit við hesi uttanhýsis advokathjálp - (fyri pengarnar hjá øðrum) -, sum hann í fyrsta lagið skal brúka at tøla kritisku røddirnar í sjálvum sambandsflokkinum við, men sum sjálvsagt eisini var ætlað til skinklutu og ryggleysu samstarvsfelagarnar í Fólkaflokkinum, - og ikki at forgloyma Miðflokkinum. Hetta samankók av politiskari og juridiskari manipulatión við tí heilt eina-standandi genialu niðurstøðu um, at ein landsstýrismaður, sum ikki hevði brotið lóg um ábyrgd landsstýrismanna, - nú knappliga heldur ikki kundi dragast til svars politiskt fyri at hava brotið bæði játtanarlóg og stýrisskipanarlóg, var so nýtt sum jarnbrot til at sannføra allar skeptikarar um, at Johan Dahl fyri tað fyrsta, - onga ábyrgd hevði yvirhøvur, - og fyri tað næsta, - onki ólógligt hevði gjørt yvirhøvur! Kynisk niðurgering av starvsfólki Stórur partur av hesi agitatiónini hjá landstýrismanninum var ein sera ódámlig og kynisk herferð móti fleiri av teimum leiðandi starvsfólkunum á Strandferðsluni. Landsstýrismaðurin smæddist nevniliga ikki burtur, tá hann royndi at vaska hendur og turka ábyrgdina av uppá serliga tveir av fyrrverandi embætismonnunum á Strandferðsluni, nevniliga Boga Mortensen, stjóra, og Hans Petur Joensen, fíggjarleiðara. Hesir persónar vóru rætt og slætt á ein sera vanærisligan hátt , alment hongdir út av bæði Jòhan Dahl og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, umframt av fleiri løgtingsmonnum, uttan at hava nakran sum helst møguleika fyri at verja seg. Sjálvt um tað er eyðsýnt, at Johan Dahl var ávarðaður uppí fleiri ferðir um, at fíggjarætlanin ikki fór at halda, og hóast hetta ikki vildi vita av nøkrum sparingum yvirhøvur, og enn minni var sinnaður at biðja um nakra meirjáttan, so fekk hann við bestiltum og skattafíggjaðum uttanhýsis fakligum rygg-klapparum, sannført alla samgonguna, og harvið meirilutan á tingi um, at ábyrgdin av meirnýtsluni ikki var hjá honum, so sum lógin staðfesti. Nei, - breið semja var í samgonguni um, at fyri at reinsa Johan Dahl, so skuldi sparkast niðureftir. Ábyrgdin av mandatsvikinum, sum Johan Dahl hevði sambært galdandi lóg, skuldi ístaðin smoyggjast niður yvir hesi neyðars starvsfólk á Strandferðsluni. Landsstýrismaðurin hevur evstu ábyrgd. Hesa dáragerð gjørdi samgongan seg seka í, sjálvt um øll vita, at tað er, og altíð verður bert Jóhan Dahl landsstyrismaður, sum sambært lógina hevði evstu og einastu veruligu ábyrgd av málsøkinum. Tað er greitt, at henda niðurgering hjá landsstýrismanninum av fyrrverandi almennum starvsfólki, sum ikki høvdu høvi at verja seg, bert hevi eittans endamál, og tað var at landsstýrismaðurin sjálvur kundi skáka sær undan ábyrgd. Hesin atburður er onki minni enn ótrúliga ódámligur og simpul, og avdúkar bert ein kynikara, sum ikki skýggjar nakrar miðlar, tá tað snýr seg um at bjarga sínum egna skinni og persónligu egináhugamálum. Gjørd lógarbrot rættvísgera nýggj lógarbrot Tað sum harafturat skelkar ikki sørt er, at tað eru røddir frammi, sum alment bera í bøtufaka fyri hesum svansinum hjá John Dahl við skattaborgarans peningi. Hví hetta verður gjørt er heilt og aldeilis undrunarvert, og hvørjum endamáli tað skal tæna, soleiðis at legitimera brot á galdandi lógir, er als ikki til at skilja. Sum sokallaða verju fyri Jóhan Dahl verða nevnd ein long røð av brotum á stýrisskipanarlógina, sum ongantíð hava fingið nakrar avleiðingar, og sum nú skulu rættvísgera, at landsstýrismenn í framtíðini als onga skyldu hava til at virða hesa lóg, sum løgtingið hevur samtykt skal vera galdandi í Føroyum. Eisini vera stýrisskipanarlóg og lóg um ábyrgd landsstýrismanna vavdar uppi ein ellibita, sjálvt um tær eru tvær sjálvstøðugar og fullkomuliga atskildar lógir. Sigast má, at her er ikki annað enn talan um eitt burturbrigdi, ella tað sum á donskum eitur ein “afledningsmanøvre” fyri at avleiða hugsanina hjá fólki burtur frá tí, sum málið veruliga snýr seg um, nevniliga, um man í Føroyum í heila tiki skal taka nakrar politiskar avleiðingar av at handla í heimildarloysi og beinleiðis í stríð við eina lóg, sum er samtykt á Føroya Løgtingi. Hesin hugburður er ikki bert vandamikil, men eisini ein beinleiðis uppskrift uppá hvussu eitt rættarsamfelagið kann undirgravast innanífrá. Treytaleyst álit frá limum í Landsstýrismálanevndini Á einum fundi í sambandsflokkinum áðrenn viðgerð og atkvøðugreiðslu um misálit fekk Johan Dahl sannført sjálvt limin í Landsstýrismálanevndini, Eivind Jacobsen, sum beint frammanundan persónliga hevði staðfest, at Johan Dahl hevði brotið tvær grundleggjandi lógir av alstórum týdningi, nevniliga Stýrisskipanarlógina og Játtanarlógina, - at hesin sami Jóhan Dahl nú beint aftaná –als – als onki ólógligt hevði gjørt. - Álitið hjá Eivind Jacobsen á lands- stýrismannin hevði ongantíð verið størri enn tað sama, - og hann stuðlaði honum treytaleyst! Hin limurin í Landsstýrismálanevndini, Jóan Magnus Rasmussen, var líka sannførandi. Heldur ikki hann ivaðist nakrantíð í, at Játtanarlógin og Stýrisskipanarlógin vóru brotnar, men álitið á Johan Dahl var hvørki stokkið ella hvokkið av hesum lógarbrotum, - hann stuðlaði honum treytaleyst! Løgmaður niðurgerð starvsfólk á Strandferðsluni Undir viðgerð av misálitinum kom sjálvur løgmaður uppá røðarapallin, og tók dømir úr grannskoðarafrágreiðingini viðvíkjandi Strandferðsluni um hvussu lítið fantilsi tað hevi verið á stýringini á stovninum – sum Johan Dahl hevði ábyrgdina av! Her vóru nevndar hundraðtals rokningar, sum ikki vóru bókaðar og ovurstórar upphæddir uppá nógvar millionir, sum vóru goldnar einstakan dag. Øsing og herindi løgmans á tingsins røðarapalli sneiddu snildisliga uttanum landsstýris-mannin, men vóru ístaðin beinleiðis holvdar útyvir henda neyðars fíggjarleiðara, sum var hjástaddur , men ikki hevði ein livandi kjans fyri at verja seg. Alt hetta buldur løgmans, við háfloygdum samanberingum við Sunkist og annað gott, hevði sjálvsagt bert eittans endamál, og tað var at reinsa tann veruliga seka, nevniliga landsstýrismannin Johan Dahl. Respektin hjá løgmanni fyri løgtinginum kann eisini liggja á einum vissum stað. Hann lýsti sína totalu vanvirðing fyri hesum stovni við at biðja tingið – Hoppa og Renna!! Løgtingið konfimerar brot á egnar lógir Tá málið um misálit á Johan Dahl kom til atkvøðugreiðslu, var úrslitið als ikki óvæntað. Okkara háttvirda lóggevandi ting konfirmeraði hesi álvarsligu brot á løgtingsins egnu lógir við at geva hesum sama landsstyrismanni eina sokallaða treytaleysa álitisváttan við 17 atkvøðum fyri 14 ímóti, - umframt 2 blonkum sokallaðum kujónatkvøðum – teir tordu hvørki at atkvøða fyri ella ímóti! Einasti persónur í samgonguni, sum kann sigast at hava nakra tign er Jákup Mikkelsen. Hann atkvøddi sambært síni sannføring fyri misálitinum, og lat seg ikki tøla av bestiltum spinndoktarum og propagandistiskum lættisoppi frá Johan Dahl. Lex Johan Dahl, er nú vorðin galdandi rættur í Føroyum . – Kanst tú ikki revsast eftir lóg um ábyrgd landsstýrismanna, - ja, so gongur tú automatiskt fríur politiskt, - hetta líkamikið um tú handlar í heimildarloysi og gert teg sekan í mandatsviki mótvegis landskassanum, - sum tú sum landsstýrismaður ert settur at umsita undir ábyrgd fyri lógini. Boðskapurin frá løgtinginum er nú púra greiður. Klokkuklár brot á okkara yvirskipaðu lógir, sum m.a tryggja grundarlagið undir ábyrgdarfullari og skynsamari nýtslu av skattaborgarans peningi, skulu eftir øllum at døma ikki virðast, heilt einfalt tí slík brot hereftir ikki mugu fáa politiskar avleiðingar fyri tann ella teir landsstýrismenn, sum svika og misnýta sínar heimildir. Tá landsins kosnu menn ganga á odda við at vanvirða tað lógarverk, sum teir sjálvir eru settir at umsita, hvussu skal so vera við restini? Øll henda gøla er í veruleikanum ófrættakend, - ein politisk vesalaváttan ella “falliterklæring” - bæði fyri løgmann og fyri Føroya Løgting, sum ikki boðar frá góðum fyri hetta samfelag. |