Løgmaður og Nyup til London at hitta Blair

Løgmaður hevur sent danska forsætisráðharanum bræv, har hann biður Poul Nyrup Rasmussen um seta seg í samband við bretska starvsbróðurin Tony Blair. Endamálið er at vita, um bretar eru fúsir til at viðgera marknatrætuna á politiskum støði. Løgmaður sigur við Sosialin, at ætlanin er framvegis at hava eina útbjóðing á føroyskum øki í ár, men markið er hægsta prioritet

Danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, kemur nú uppí marknatrætuna millum Føroyar og Bretland. Tað er Edmund Joensen, løgmaður, sum nú hevur heitt á danska forsætisráðharran um at fáa fund í lag við bretska starvsbróðurin Tony Blair fyri harvið at fáa loyst marknaósemjuna millum Føroyar og Bretland á politiskum støði. Hetta vísir skjal, sum Sosialurin hevur fingið innlit í.

Longu 27. januar varð bræv sent til Poul Nyrup Rasmussen við umrøddu áheitan. Í gjár kunnaði løgmaður alt landsstýrið um málið. Frammanundan hevur hann kunnað formannin í Uttanríkisnevndini.

Við hesum brævi hevur løgmaður tikið danska forsætisráðharran uppá orðið. Hesin beyð sær undir Føroyavitjanini herfyri at geva føroyingum eina hjálpandi hond í marknatrætuni við bretar, um hetta var ynskiligt. Hann beyð sær at fara til London at hitta Tony Blair.

Í samrøðu við Sosialin leygardagin sigur ein av fremstu limunum í bretsku samráðingarnevndini, Anthony Layden seg vera sera fegnan um úttalilsini hjá Poul Nyrup Rasmussen, og at bretska samráðingarnevndin fer at svara aftur, um eitt ella annað stig verður tikið av danska forsætisráðharranum saman við løgmanni.

Við brævinum til Poul Nyrup Rasmussen er fyrsta stig tikið á hesi leið.

Í brævinum stendur m.a.: ?På baggrund af ovenstående vil jeg hermed venligst anmode dig om at rette henvendelse til den brittiske premierminister, Tony Blair, således, at denne for Færøerne yderst vitale sag bliver genstand for drøftelse på højeste niveau.? Brævið er undirskrivað av løgmanni.

Uppá fyrispurning hví hann hevur gjørt at taka málið upp politiskt sigur løgmaður, at tað er tí, at tað hevur gingið so stiltið at røkka einum úrsliti við vanligu samráðingunum. Hann leggur annars dent á, at tað alla tíðina hevur verið møguligt at fáa málið uppá politiskt plan.

-Tað er tað vit gera nú, men tað er ikki so, at vit harvið siga embætismannanevndini upp. Tað er framvegis hon, sum arbeiðir við sakini.

-Men er tað ikki eitt sindur løgið í hesum tíðum við einum óloystum bankamáli hangandi yvir sær at heita á danska forsætisráðharran um hjálp - er hetta ikki nakað, sum vit føroyingar høvdu kunnað loyst sjálvir?

-Marknatrætan hevur einki við bankamálið at gera. Her arbeiða vit við eini nevnd, sum hevur føroyskan formann, og tað eru vit føroyingar, sum avgera, hvat skal henda. Men talan er jú eisini um eitt uttanríkismál, tí talan er um at áseta mark, og kunnu danir hjálpa okkum, so er tað gott. Skal málið uppá hægsta plan politiskt, so er tað forsætismálaráðið talan er um. Tí hava vit vent okkum tann vegin.

Edmund Joensen sigur, at úrslitið av hesum verður helst, at Poul Nyrup Rasmussen og løgmaður fara til London at hitta Blair. Hetta er fult í tráð við tað, sum Poul Nyrup Rasmussen legði upp til undir Føroyavitjanini.

Edmund Joensen sigur, at tað er heilt náttúrligt at royna tann politiska vegin, nú tað hevur verið samráðst uttan úrslit so leingi.

-Vit halda, at tíðin er komin til hetta stigið.

-Skal hetta skiljast sum ein falliterklering til formannin í føroysku samráðingarnevndini, at hann hevur ikki megnað sína uppgávu nóg væl!

-Tað er einki óvanligt við slíkari gongd. Tað kann ganga skjótt og tað kann ganga leingi. Í síðsta enda eru tað politikarnir, sum skulu geva eitt samráðingarmandat, hvussu langt partarnir skulu ganga og hvussu fram skal farast.


Ein seinasta roynd

Løgmaður vísir á, at tað nú eru tveir møguleikar eftir, annar er at semjast í politiskum samráðingum ella fara til Haagdómstólin.

-Hetta er so ein upplagdur møguleiki at gera eina seinastu roynd at fáa eina loysn á politiskum støði. Vit vilja nú royna møguleikan við eini politiskari rundu. Um tað so er at hjálpa samráðingarnevndunum at koma til eitt endaligt úrslit - lat okkum vóna tað - ella okkurt annað spyrst burtur úr, er ilt at siga uppá forhond.

Uppá fyrispurning um oljulóggávan og ein lisensrunda eru ein partur av orsøkini til, at tað nú eru tikin stig til politiskar samráðingar sigur løgmaður, at vit nú í sjey ár hava roynt at fáa eina loysn, samtíðis sum vit hava fyrireikað okkum til eina oljuvinnu.

-Men eg havi sagt og endurtaki tað, at marknamálið verður prioriterað fyrst, meðan alt hitt má koma aftaná.

Hann vísir annars á, at ætlanir eru um at bjóða út í hesum árinum. Spurningurin er, um vit kunnu bjóða út og hvat. Hetta er tað, sum er til viðgerðar millum serfrøðingarnar. Ein útbjóðing má undir ongum umstøðum gera okkum verri fyri í marknamálinum.

Edmund Joensen sigur, at markið og ein útbjóðing eru tveir ymsir spurningar, men ein semja um markið fer at gera alt annað so nógv lættari.

Vit spurdu løgmann, um tað var serliga skilagott at møta á seinasta fundi við bretsku samráðingarnevndina uttan at hava nakað útspæl!

-Eg haldi vit frá føroyskari síðu altíð eru komnir við nøkrum skilagóðum útspælum og tað, sum er gjørt í seinastuni, hevur verið serliga væl umhugsað. Sam-ráðingarnar eru í trúnaði, og tí kann eg einki siga um tað.