- Løgmaður skaðar umdømi Føroya

Tað sigur Sjúrður Skaale, eftir at stórt amerikanskt blað tekur upp føroysk handilsviðurskifti við Russland.

Føroyar fara í móti vesturheiminum og gera sær dælt av spentu støðuni millum russar og ES í kjalarvørrinum á handilsforðingum, sum eru sett upp vegna stríð millum Ukreina og Russland.

 

Tað er ein av niðurstøðunum hjá Anton Troianovski í the Wallstreet Journal, sum í gjár prentaði stórt tema um handilsviðurskiftini og uttanríkispolitisku støðuna millum Føroyar og Russland.

 

Anton var í Føroyum fyri kortum, har hann gjørdi samrøður við viðkomandi partar í samabandi við margháttligu støðuna, sum Føroyar eru komnar í. Sambært honum, eru Føroyar einasta vesturlendska landið, sum selur laks til russar eftir, at handilforðingar annars vórðu settar í móti Russlandi í kjalarvørrinum á teirra ágang á Ukraina.

 

- Okkum tørvar russar og russar hava tørv á okkum sum sølusamstarvsfelaga. Vit hava brúk fyri hvørjum øðrum fyri at yvirliva, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í the Wallstreet Journal.

 

Sipað verður til, at ES hótti við at steingja Føroyar uttanfyri sín marknaða, tí mett var, at føroyingar ovfiskaðu. Fiskimálaráðharrin tók ikki undir við hesum, og endin var, at ES gjørdi álvara av sínum hóttanum. Føroyar tískil á aðrar marknaðir við sínum fiski - m.a. til Russlands.

 

Vinningur at heinta

Um februar mánaða farna ár, hertóku russar ukrainsku hálvoynna, Krim, og ein samdur vesturheimur setur herd handilstiltøk í verk móti Russlandi í samhuga við Ukreina. Russland svaraði aftur við at banna innflutningi av vesturlendskum matvørum til Russlands. Føroyar komu sostatt í eina serstøðu, tí tær ikki eru formliga partur av ES, og tískil ikki beinleiðis fevnd av handilsforðingunum. Einans, um Føroyar bannaðu vørur úr Russlandi, fór Russland at banna vørum úr Føroyum.

 

Hóast danska stjórnin ávaraði Føroyar um at gera sær dælt av handilsstøðuni, fór løgmaður í september 2014 til Russlands at gera handilsavtalu við Russar. Handilsigi ágóðin av viðurskiftunum millum Føroyar og Russland gjørdist eisini eyðsýndur, tá ið innrásin í Krim førdi við sær stongsil millum vesturheimin og Russland. Russar fingu dygdagóða fiskivøru og føroyingar stórar inntøkur, við at vera einasti vesturlendski stórútflytarin til Russlands. 

 

- Øll innan fiska-, pelagiska-, og laksaídnaðin hava verið sera fegin um, at tað framvegis ber til at flyta út til russar, men hvussu leikur fer fram komandi ár vita vit ikki. Menninir í vinnuni, hava helst ikki stundir at brýggja seg um hvat er politiskt korrekt at fremja, men heldur hvussu teir skilabest kunnu fáa vinning burtur úr síni handilsvøru, sigur Marni Simonsen við the Wallstreet Journal.

 

Etisk ivamál

Tó hava etisk ivamál tikið seg upp viðvíkjandi samstarvinum, og spurningurin er, hvørt tað er rætt at útflyta vørur til eina tjóð, sum er í uttanríkispolitiskum stríði við allan vesturheimin. Føroyar fara við hesum beint ímóti tiltøkunum hjá einum samlaðum vesturheimi og gera sær beinleiðis dælt av spentu støðuni.

 

- Tað er óheppi, at føroyska stjórnin hevur gjørt greitt yvirfyri umheiminum, at hon ikki tekur undir við vesturheiminum he sum viðvíkjandi. Tað kann lætt tulkast soleiðis, at Føroyar veita russum eitt hol í vesturlendska vegginum, sigur Sjúrður Skaale við the Wallstreet Journal.

 

Fólkatingslimurin fyri Javnaðarflokkin ásannar tó, at handilsligi missurin hevði rakt Føroyar serliga meint, um stjórnin hevði tikið undir við vesturlendsku handilsforðingunum.

 

- Høvdu vit tikið undir við sanktiónunum móti russum, høvdu teir eisini sanktiónerað okkum, sum hevði verið ein dyggur smelter fyri føroyska búskapin. Vit høvdu verið nógv svárari rakt enn nakað annað evropeiskt land, sigur Sjúrður Skaale.

 

Les eisini: Løgmaður skaðar umdømi Føroya

 

Í lesarabrævið í dag, tekur Sjúrður Skaale tráin uppaftur, hesuferð heldur meira hvassorðaður. Sambært honum, eru útsagnirnar hjá løgmanni um, at vit heldur skulu fylgja pengunum enn vesturheiminum, katastrofalar.

 

- Hetta er - milt sagt - ikki gott fyri okkara umdømi, sigur Sjúrður.