Løgmaður: Støðan mátti takast nú

– Skulu gera okkum nakrar vónir um ein sáttmála við Russland, so mátti støðan takast nú, sigur Báður Nielsen, løgmaður, sum í dag hevur havt fund við floksformenninar um málið

##med2##

 

Tað er nú greitt, at Føroyar fara undir samráðingar við Russland um ein fiskiveiðisáttmála fyri næsta ár.

 

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at tað er niðurstøðan eftir fund ímillum allar floksformenninar í morgun.

 

Hann sigur, at tað eru at kalla allir flokkar, sum taka undir við tí. Sum skilst eru tað eru bara Miðflokkurin og Sjálvstýri, sum hava síni fyrivarni. Sjálvstýrið hevur boðað frá, at tey halda ikki, at vit skulu samráðast við russarar og Miðflokkurin tekur ikki støðu hesumegin valið.

 

Hoyrið samrøðu, sum Árni Gregersen hevði við løgmann á FM1 klokkan 17.