Løgmaður stóra lønarhækking í jólagávu

Nær fer Løgmaður at vísa tað í verki, at hann hevur stóra virðing fyri okkum?

- Hendan samgongan hevur blakað burt alla skomm og hevur tikið pening frá meiniga fólkinum og koyrt í tykkara egnu lummar.

 

Maud Vang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, gevur ilt av sær í lesarabrævi, sum kann lesast í fullari longd undir teiginum, Lesarabrøv, her á www. in.fo

 

- Tá tað um tykkara sjálvsøkni ræður er einki mark, sigur hon

 

Hon sipar til ætlanina, løgmaður hevur um at broyta lønina og onnur viðurskifti hjá landsstýrisfólkum.

 

Hetta kallar hon ein jólapakka, sum løgmaður og landsstýrisfólk skulu hava, við lønarhækking, fastari eftirløn á 15 prosent og ráðharrabili.

 

Men hon heldur, at tað er at tveita alla skomm fyri borð, tá ið samgongan samstundis ikki vil lata námsfrøðinum og øðrum alment løntum, lønarhækking, nú samráðingar eru.

 

Hon sigur, at tað, landsstýrið ætlar, er, at lønarhækkingin skal vera nógv minni enn tað, prístalið hækkar.

 

- Í staðin fyri at lata eina skattafría jólagávu hevur samgongan sagt nei til veruliga lønarhækkan til tey alment løntu.

 

Um tey í dag als ikki vinna eftirløn, skulu tey hvørt ár tey komandi 15 árini eitt prosent niður í løn.

 

- Tað er ein lønarminking á 15 prosent næstu 15 árini. Og so løgið tað ljóðar, er tað júst sama prosenttal, sum landsins fólkavaldu fáa í jólagávu frá okkum skattgjaldarum.

Eina eftirløn áljóðandi 15 prosent, uttan at fara niður í løn. Og tey skulu harafturat eisini upp í løn og hava frían bil.

Maud Wang Hansen vísir á, at løgmaður hevur sagt, at hann hevur stóra virðing fyri námsfrøðiliga arbeiðnum og at hann unnir øllum eina góða løn.

 

- Men nær fert tú so at vísa okkum í verki, at tú meinar tað? Spyr Maud Wang Hansen.

 

Hon sigur, at tað er ikki hetta, sum liggur í kortunum, nú landsstýrið ætlar at seta ein lønarkarm á breddan, sum liggur langt undir prístalinum, og at krevja, at øll, sum frammanundan ikki hava 15 prosent í eftirløn, nú skulu niður í løn.

 

Les alla greinina hjá Maud Wang Hansen her: http://www.in.fo/index.php?id=9&tx_news_pi1


%5Bnews%5D=3911&tx_news_pi1%5Bcontroller%5D=News&tx_news_pi1%5Baction%5D=detail&cHash=46fc8ce0cb87686c28a6ee624c2fac12