Løgmaður: Tey ungu skulu eisini lata

Løgmaður sigur, at tey ungu skulu verða uppald til at hjálpa og at lata til felagsskapin – og ikki bara krevja

Aksel V. Johannesen legði í fyrstu nýggjársrøðu sínari stóran dent á vælferðarsamfelagið, og hvat krevst fyri at tað eisini í framtíðini skal virka.


Hann vísti á, tey, sum eru væl fyri, mugu taka eitt tak, fyri at tað skal bera til at hjálpa teimum, sum hava brúk fyri hjálp frá felagsskapinum.

Løgmaður vísti á einstakar føroyingar, sum við sínum gerðum hava havt ovurstóran týdning fyri mong túsund menniskju.

- Anton Olsen úr Rituvík bjargaði meira enn 3000 flóttafólkum fyri 40 árum síðan. Einsamallur tók hann avgerðirnar og gav boðini. Skipið hjá flóttafólkunum sakk - tey kundu druknað. Men Anton Olsen gjørdi sítt.

- Eisini Karolina Petersen av Toftum gjørdi sítt og tók á seg at bøta um korini hjá veikastu føroyingunum. Í 2016 eru 60 ár liðin síðan, hon stovnaði skúlan við Áir, sum Dugni nú rekur. Hon stríddist fyri arbeiði til einsamallar mammur, og hon stovnaði Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Eisini Karolina Petersen hevur hjálpt fleiri túsund fólkum, sum høvdu havt munandi verri kor, gjørdi hon ikki sítt.

 

- Anton og Karolina eru íblástur til okkum øll og ein áminning um, hví komandi ættarlið mugu verða uppald til at hjálpa. Vit mugu krevja av okkara ungu, at eisini tey lata aftur fyri alt, tey fáa. Tað er eitt rímiligt krav. Tí eingin kann bara krevja, segði løgmaður í nýggjársrøðuni. - Eg veit, at vælferðarsamfelagið kann gerast ein koddi, sum ger tað lætt at skúgva ábyrgdina frá sær. Yppa øksl. At gera tað øvuta av tí, sum Anton, Karolina og  kristnilærarin læra okkum. »Ger tína skyldu og krev síðan tín rætt«. Tað er sáttmálin millum einstaklingin og samfelagið, segði Aksel V. Johannesen. Hann nevndi í sama viðfangi, at tað er ikki í lagi, at ung arbeiðsfør fólk siga nei til arbeiðstilboð, tí tey heldur vilja vera í ALS.