Løgmaður til Danmarkar at hitta forsætisráðharran

­ Hetta verður bert ein kunnandi fundur um, hvussu vit skulu leggja samráðingarnar til rættis, sigur løgmaður. Fyribils hevur nýggja Landsstýrið úr at gera við at seta seg inn á bankamálið o.o. mál, sum skulu viðgerast í samráðingunum

Hóast embætismenn hava gjørt uppleggið til samráðingarnar við donsku stjórnina, og hetta hevur ligið klár í nógvar mánaðir, so hevur uppleggið ongantíð fingið politiska viðgerð í Tinganesi.

Tað er henda viðgerð, sum nýggja Landsstýrið nú, sum nakað av tí fyrsta, skal fara undir.

Í tekstávísini hjá Jyllandposten stóðfyrradagin at samráðingarnar um bankamálið og føroysku uttanlandsskuldina byrja 1, juni.

Tað hevur løgmaður eisini frætt, men hann veit ikki meir um hetta, enn at hannhevur sagt Nyrup Rasmussen, at hann er til reiðar umleið 1, juni.

­ Málið skal fyrireikast. Nógvir landsstýrismenn eru nýggir, og teir kenna ikki samráðingarmálini. Tí er neyðugt hjá teimum at seta seg inn í t.d. frágreðingina um bankamálið, sum er fleiri hundrað síður til støddar, sigur Anfinn Kallsberg.


Kunning um bankamálið

Landsstýrisfundur var allan mikudagin um bankamálið, har løgfrøðiligi serfrøðingarbólkurin í bankamálinum kunnaði nýggja landsstýrið.

­ Verður tað uppleggið hjá gamla landsstýrinu, sum tit fara til Danmarkar at samráðast um?

­ Tað uppleggið sum fyriliggur, hava embætismenn í Tinganesi gjørt, men tað fekk ongantíð politiska viðgerð í gamla landsstýrinum.

­ Áðrenn vit hava viðgjørt tað politiskt, kann eg ikki siga stórvegis, men tað er greitt, at eg í løtuni ikki veit, hvørja undirtøku tað fær í Landsstýrinum, sigur løgmaður.