info
Ongi úrslit

Løgmaður: – Tit fáa endurgjald um tit avlýsa

Hetta kann bara tulkast sum ein beinleiðis áheitan til festivalarnar í summar, serliga G! festivalin, um at avlýsa

Pætur Hjalmar Evensson
8. juli 2021 kl. 15:48

– Landsstýrið er sinnað at endurrinda útreiðslur hjá tónleikafestivalum, sum avlýsa teirra tiltøk í sambandi við almennu tilmælini um at fyribyrgja COVID-19.

Soleiðis sigur Landsstýrið í tíðindaskrivi nú seinnapartin í dag, aftaná tað er greitt, at koronusmittan er blussað upp aftur í Føroyum.

Tí verður ein lóg um stuðul til tónleikafestivalar í sambandi við COVID-19 løgd fyri Løgtingið.

– Vit eru í hægstu summartíð, og mongu áhugaverdu og fjølbroyttu tónleikafestivalarnir kring landið mynda í stóran mun hesa ársins tíð, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

– Hevur koronustøðan við sær, at tað er neyðugt at avlýsa tónleikafestivalar, er talan um ein fíggjarligan smeit hjá fyrireikarunum. Hesa støðuna vilja vit í landsstýrinum bøta um, so at smeiturin ikki verður so dyggur, sigur hann.

Uppskotið um stuðul til tónleikafestivalar, ið landsstýrið ætlar at leggja fyri Løgtingið, verður eftir sama leisti sum í fjør.

G! festivalurin skal eftir ætlan komandi vikuskiftið, og nú er óvist, hvussu fyriskipararnir fara at gera, aftaná hesa útsøgn frá Landsstýrinum. Sigvør Laksá, stjóri í G! Festivalinum, fer at greiða frá í tíðindunum á FM1 klokkan 17 - so lurta tá.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Løgmaður: Vit vilja hava snild­fon­ir­nar úr skúlu­num

10 minuttir síðan
Tíðindi

Hvussu dansar norðlýsið?

24 minuttir síðan
Tíðindi

Mette Frederiksen er ivingarsom um samrøður við Putin

59 minuttir síðan
Tíðindi

Heilsuhjálparafelagið hóttir við verkfalli

1 tími síðan
Tíðindi

Fara at reinsa UV-anlegg

1 tími síðan
Tíðindi

Sambandsflokkurin heldur heystfund leygardagin

1 tími síðan
Tíðindi

Bankarnir høvdu 286 mió. kr. í yvirskotið fyrra hálvár 2026

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjar reglur um gjald til bøndur seinka vindmyllum – kunnu bíða til 2028

2 tímar síðan
Tíðindi

Norðborg tíggju milliónir dýrari – klár í fyrsta lagi í desember

3 tímar síðan
Tíðindi

Framvegis long bíðitíð á flogvøllinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Stórt forlag bannar vitlíki

5 tímar síðan
Tíðindi

Hava funnið 7000 ára gamlan ankarstein í Noregi

10 tímar síðan