Løgmaður umber seg: Eg fór út um mark

- Eg bleiv nakað heitur í samrøðu við Kringvarpið í morgun, viðgongur hann

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, ásannar, at hann fyrrapartin fór út um mark í samrøðu við Kringvarp Føroya.

 

 

Í samrøðuni um nýggju veljarakanningina, metti løgmaður um politisku sannføringina hjá tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum.


- Eg bleiv nakað heitur í samrøðuni, og segði meira enn gott er, viðgongur hann í almennari fráboðan beint nú.

 

- Seinastu mánaðirnar havi eg stútt og støðugt staðið fyri skotum í fjølmiðlunum. Tað hevur verið eitt stórt trýst á mínum herðum.

 

- Fjølmiðlarnir hava ein stóran leiklut í okkara fólkaræði, og tí skal eg sum landsins leiðari tola atfinningar uttan mun til, um tær eru rættar ella ikki, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

 

Hoyr, hvat tað var, Løgmaður segið við at lesa greinina: Løgmaður skeyt journalistin

 

Les eisini: Eg havi ongantíð verið skrivari hjá Tjóðveldi

 

Les eisini: Stak óprofessionelt av løgmanni