Løgmaður var kunnaður um Vinnuframagrunnin

Tað sigur Súni á Dalbø, sum í síðstu viku meldaði Johan Dahl, landsstýrismann og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, til bakmanspolitiið fyri at hava dekkað yvir korruptión í Vinnuframagrunninum.

Løgmaður hevur alment boðað frá 22. august, at hetta er eitt mál, sum hann »ikki hevði ánilsi um, hvat tað snúði seg um«

– Hetta má standa fyri hansara egnu rokning, sigur Súni á Dalbø.

– Hann hevur í hvussu so er fingið avrit í sambandi við, at Vinnuframagrunnurin 2009 hevur verið til viðgerðar hjá Umboðsmanninum nú í fleiri mánaðir, sigur Súni á Dalbø.

Hann vísir á, at løgmaður harafturat – saman við Johan Dahl – fekk eina fráboðan um, at Vinnuframagrunnurin 2009 fór at verða meldaður til Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet fýra dagar áðrenn grunnurin varð meldaður.

Tað vil siga, at málið – sambært Súna á Dalbø – hevur ligið á borðinum hjá løgmanni frá 1. august, hóast løgmaður sigur seg einki kenna til málið.

– Tí kundi løgmaður saman við Johan Dahl syrgt fyri, at hetta málið ikki endaði á borðinum hjá Særlig Økonomisk og International Kriminalitet yvirhøvur, sigur Súni á Dalbø.