Løgmaður sigur, at hóast smittutalið er so høgt, at eru komin upp um reyða markið á ferðsluljósskipanini, so er trýstið ikki so stórt á heilsuverkið, at tað er neyðugt at seta onnur tiltøk í verk.
Hann sigur eisini, at skúlar og dagstovnar ikki verða stongdir, og at skúlar byrjað sum ætlað mánadagin.
– Men um neyðugt, so verða lokal atlit tikin, segði løgmaður.
Hann segði eisini, at omikronfrábrygdið smittar so illa, at vit helst øll verða smittað fyrr ella seinni.
– Vit mugu bara ansa eftir, so vit ikki øll verða smittað í senn.
Hann heitti á fólk, í samnbandi við nýggjárshaldið, um bara at vera saman við teimum, vit vanliga eru saman við, so vit kunnu halda smittuni niðri.
Michael Boolsen, fúti og formaður í farstóttarnevndini heitir á fólk um at nýta masku, tá vit eru millum fólk.
– Eg veit, at tað sær ósexut út at ganga við eini masku. Men tað er eisin ósexut at smitta onnur fólk við koronu.
Eisini hann heitti á okkum um ikki at savnast í stórum bólkum í sambandi við nýggjárshaldið.
Hann vónar, at tað ikki verður stór smittuspreiðing eftir nýggjárshaldið.