info
Ongi úrslit

Løgmansrøðan 2025 er einki pensjónista-jalig

Eru tað pensjónistarnir, ið skulu fíggja hækkaða lestrarstuðulin? 

Landsfelag Pensjónista
31. juli 2025 kl. 10:57

Landsfelag Pensjónista    

​Tíðindaskriv:

Í løgmansrøðu síni á ólavsøku í 2025, kunnaði Aksel V. Johannesen á løgtingsins røðarapalli okkum frá týdningarmestu málunum, ið samgongan hevur sett sær fyri at útinna í næstum. Verandi valskeið er annars longu úti síðst í komandi ári.

Einki konkret jaligt var at hóma í løgmansrøðuni, sum beinleiðis vendir sær til dagsins pensjónist.

Millum málini, ið løgmaður nevndi, var lestrarstuðulin, sum skal hækka, so vit kunnu verða kappingarfør við lesandi í Danmark, har lestrarstuðulin er munandi hægri enn í Føroyum. 

Hendan lestrarstuðulshækkan kemur longu komandi summar, segði hann.

Í landskassanum er undirskot.

Spurningurin er tí, um tað eru vit sum pensjónistar, ið skulu fíggja hækkaða lestrarstuðulin. 

Pensjónirnar standa í stað

Í løgmansrøðuni stendur ikki eitt orð um, at samgongan hevur ætlanir um, at pensjónistar í Føroyum næsta summar fara at fáa hægri pensjón, eftir sum tey í Danmark hava nógv hægri pensjónir enn vit, umframt fleiri aðrar fíggjarligar ágóðar.

Sannleikin er, at vit hava pensjónistar, sum ikki fáa fíggjarligu endarnar at røkka, bæði tí húsaleigan er dýr, og einki mark er fyri, hvussu nógv vanligar húsarhaldsvørur dýrka hvønn einasta mánað. At minka ella strika meirvirðisgjaldið á ávísum vørum, hjálpir ikki tað stóra. 

Og pensjónirnar, tja, tær standa í stað. 

Tignarstig undir null

Sum pensjónistur í Føroyum kennir man seg ofta á einum sera lítlum tignarstigi – undir null – eftirsum vit eldru eru so frek at ditta okkum at liva fýra ella fimm ár longri enn tey, ið undan okkum eru farin. 

Vit eldru kosta nevniliga ov nógv, og yngra ættarliðið megnar ikki at sleipa uppá okkum, eru boðini frá Búskaparráðnum, sum virkar sum ráðgevandi stovnur hjá landsstýrinum. 

Í staðin kunnu útsettu pensjónirnar fíggja hækkaða lestrarstuðulin. Og ikki bara fíggja lestrarstuðulin, men eisini ein komandi undirsjóvartunnil um Suðuroyarfjørð. 

Tí, sum landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, so seint sum dagin eftir ólavsøku í Kringvarpinum nevndi, so kemur eingin Suðuroyartunnil, fyrr enn 70 ára-pensjónsaldurin er samtyktur í løgtinginum.

Summa summarum: Lestrarstuðulin hækkar næsta summar.

Pensjónistar fáa ikki inn í eyga, men standa í stað.

 

Argir 31. juli 2025

 

Beate L. Samuelsen, forkvinna

Landsfelag Pensjónista

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vil hava fostur­tøku­málið úr nevnd

39 minuttir síðan
Tíðindi

Kjarnorkuverkið Zaporizjzja noyðist at brúka neyðstreym

1 tími síðan
Fótbóltur

KÍ hevur sett íslendskan hjálparvenjara

1 tími síðan
Tíðindi

Mótstøðumaður Netanyahus fær fyrsta møguleikan

1 tími síðan
Tíðindi

Fleiri løstað í jarðskjálvta í Japan

2 tímar síðan
Tíðindi

Herverk móti bili í miðbýnum

2 tímar síðan
Tíðindi

Seks dripin í skotálopi í Krakow

3 tímar síðan
Tíðindi

Trump bjóðar kampsportsstjóra starv sum talsfólk

4 tímar síðan
Tíðindi

Tríggir menn avrættaðir í Iran eftir januar-mótmæli

4 tímar síðan
Hondbóltur

EM: Veddingarfyritøkurnar hella eitt vet til ein føroyskan sigur

5 tímar síðan
Fótbóltur

Hillerød er bert eitt stig frá ovara endaspælinum

12 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Gyltu misti alt á gólvið seinasta minuttin

13 tímar síðan