Løgmanssteypið setti Giza/Hoyvík á føroyakortið

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr samrøðu við Frankie Jensen, venjara hjá Giza/Hoyvík

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Frankie Jensen, høvuðsvenjara hjá Giza/Hoyvík.

 

Frankie fegnast um, at Giza/Hoyvík megnaði at halda HB í ein tíma, og enntá koma á odda. Spælararnir hildu allar avtalur, men hann visti, at venjingarstøðan var ikki á sama stigi, sum hjá HB, og tí fór at verða hart seinastu løtuna. Soleiðis bleiv eisini, tá HB vendi 0-1 til ein 4-1 sigur.

 

Frankie heldur kortini talan verða um eina jaliga uppliving. Fjórðingsfinalan setti veruliga Giza/Hoyvík á føroyakortið, og nú verða øll segl sett til, fyri at vinna uppflyting úr 2. deild, og upp í 1. deild.