Løgregla fann 4,5 tons av kokaini í farmaskipi

Spanska løgreglan hevur funnið 4,5 tons av kokaini, sum var krógvað í eini bingju við djórafóðuri umborð á farmaskipi úr Togo.

 

Kokainfongurin er lossaður í land av skipinum í havnini í Las Palmas á Gran Canaria. - Foto: Borja Suarez/Reuters

Skipið var á veg úr Suðuramerika til Miðeystur við neytum, tá tað varð kannað í eini samskipaðari atsókn uttan fyri Gran Canaria.

Tað skrivar tíðindastovurnar Reuters og AFP í dag.

Tey 4,5 tonsini av kokaini vórðu funnin sum liður í eini samskipaðari atsókn millum løgregluna í Spania, ymiskar eftirlitsstovnar í USA eins og myndugleikarnar í Togo.

Tað vóru 28 persónar umborð á skipinum. Tey eru øll handtikin.

Rúsevnini verða hildin at hava eitt virði upp á 114 milliónir dollarar – svarandi til umleið 780 milliónir krónur.

 

##med2##

 

/ritzau/

 

Kokainfongurin er lossaður í land av skipinum í havnini í Las Palmas á Gran Canaria. - Foto: Borja Suarez/Reuters

Spanska løgreglan og amerikanskir myndugleikar hava havt eftirlit við skipinum »Orion V« í tvey ár. - Foto: Borja Suarez/Reuters