Løgreglan hevur fyri løtu síðani heitt á føroyingar á facebook, um hjálp at uppklára eitt gamalt innbrot.
Tað er ikki nógv, ið løgreglan skrivar um innbrotið, men upplýst verður, at talan er um eitt innbrot í miðstaðarøkinum, í tíðarskeiðnum frá 27. august til 4. september 2015, har átjan paintballbyrsur og tíggju paintballmaskur eru horvnar.
Byrsurnar eru svartar, av merkinum Tippmann og eru líka sum tann á myndini.
Um nakar veit nakað um innbrotið, so ber til at ringja til løgregluna á telefon 351448.