Løgreglan eftirlýsir vitnum til harðskapsmál

- Vit vilja fegin frætta, um onkur veit um ein harðskapstilburð í Havn seinasta fríggjakvøld at siga, sigur løgreglan.

 

 

 

Talan er um eina hending, sum fór fram nærindis Bovlinghøllini í Havn beint fyri klokkan 23 seinasta fríggjakvøld.

 

- Her varð ein maður álopin, og vit vilja fegin frætta frá fólki, sum vóru um hesar leiðir.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at maðurin, sum varð álopin, endaði á Landssjúkrahúsinum til viðgerðar.

 

- Um onkur, sum var um hesar leiðir stutt fyri klokkan 23 fríggjakvøldið, veit okkurt at siga, vilja vit fegin frætta, sigur løgreglan.

 

Løgreglan arbeiðir eisini við einum øðrum harðskapsmál, sum fór fram um vikuskiftið. 

 

Tað var leygarkvøldið, at fólk ringdu av einum kamari á einum gistingarhúsi í Havn at melda ein harðskapstilburð.

 

- Her var talan um ein mann, sum framdi harðskap móti tveimum øðrum inni á einum kamari. 

 

Maðurin varð handtikin og lagdur í brummuna. Eftir at hann varð avhoyrdur í gjár, varð hann leyslatin aftur, men hann er framvegis skuldsettur.

 

Løgreglan visti at siga, at tey, sum vóru fyri harðskapi á gistingarhúsinum, fingu ikki nevniverdan skaða.