Løgreglan fekk nakrar fráboðanir um vindskaðar

- Talan var um smærri skaðar, sum tilbúgvingin í økinum tók sær av, sigur vaktleiðarin.

Tað var nógvur vindur í gjárkvøldið og í nátt, og fyrr í morgun var eisini nógvur vindur.

 

Hann hevur verið eystligur í ættini, og sambært DMI fer hann at ganga eystur yvir og fer at hækka upp í ein landnyrðing.

 

Løgreglan fekk onkrar fráboðanir um vind og smærri vindskaðar í gjárkvøldið. 

 

- Onkur fráboðan kom úr Havn og onkur úr Sandoynni um takplátur, sum høvdu rivið seg leysar.

 

Lagt verður aftrat, at í Klaksvík hevði partur av klædninginum á einum bygningi eisini rivið seg leysan.

 

Sum skilst, var talan ikki um teir stóru vindskaðarnar, og tað vóru tilbúgvingarnar á staðnum, sum tóku sær av hesum.

 

- Tíbetur er líkt til, at fólk taka upp tað leysa, tí vit fingu onga fráboðan um leysar lutir, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.