Í nógva vindinum næst síðstu nátt og serliga fyrrapartin í gjár fekk løgreglan tilsamans níggju fráboðanir um vind-og vatnskaðar.
Fyrsta fráboðanin kom um 08.30-tíðina í gjár, tá ringt varð úr Trongisvági um, at eitt vindeyga varð blást úr einum sethúsum.
- Síðan fingu vit fráboðanir úr eitt nú Syðrugøtu, Norðragøtu, Klaksvík og Skálavík um smærri skaðar.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at talan er mest um klædningar, sum hava rivið, onkrar flúgvandi plátur og onkran brotnan bilrút.
- Her komu níggju slíkar fráboðanir frá gjármorgni og til nakað út á seinnapartin í gjár, men talan var ikki í nøkrum føri um størri skaðar.
Sambært løgregluni er eingin nýggj fráboðan komin um vindskaðar, síðan seinastu fráboðaninar komu stutt eftir miðdag í gjár.
Sambært veðurforsagnum kann roknast við nógvum vindi teir næstu dagarnar eisini, men tað er ikki vist, at talan verður um skaðaveður.
Vit eru mitt í háveturstíð.
Veðrið fyrst í árinum hevur sum heild verið heilt hampiligt, men tað er ikki óvanligt, at nakrir stormdagar eru í januar og februar.
Í gjár var so nógvur vindur eitt skifti, at allar leiðir hjá Bygdaleiðum góvust at koyra.