Í fyrradagin, og í gjár, hava fleiri kvinnur ringt til løgregluna, tí tær stúrdu fyri, at nakinmyndir av teimum vóru í umferð á sosialu miðlunum. Tað hevur javnan verið ein trupulleiki, at ungar gentur senda øðrum myndir, og at tær halda, at alt er í trúnaði, og at myndirnar sostatt ikki fara víðari.
Men so hendir tað seg kortini, at myndirnar verða sendar víðari og tað er komið illa við hjá fleiri. Løgreglan sigur, at nú hevur verið friður av slíkum í eina tíð, men í fyrradagin fóru telefonirnar aftur at ringja. Tað vóru kvinnur, sum høvdu sæð skermmyndir av mappum við teirra nøvnum á sosialum miðlum, og tí stúrdu tær fyri, at myndir av teimum, sum tær, einaferð í tíðini, høvdu sent onkrum í trúnaði, aftur vóru farnar í umferð.
Løgreglan sigur, at enn hava tey ikki staðfest, at myndir eru farnar í umferð, tí tað, sum er hent í hesum umfari, er, at skermyndir av mappum við kvinnunøvnum á, eru farnar í umferð - ikki myndirnar sjálvar. Løgreglan sigur, at teu hava skrásett allar tilburðirnar, og nú verður tað so sent teknisku deild hjá teimum fyri at vita hvat kann gerast við tað.
Løgreglan sigur, at kvinnurnar, sum hava ringt, vóru rættiliga ávirkaðar av støðuni. Fleiri av teimum eru vaksnar nú og tær stúrdu fyri, at myndir, tær høvdu sent onkrum, eina ferð í tíðini, tá ið tær vóru blaðungar, aftur vóru farnar í umferð.
Tær vildu hava løgregluna at taka alt av netinum, men tað er ein ómøgulig uppgáva. Í somu løtu tær hava trýst á »send«, missa tær tamarhaldið á, hvar myndirnar enda, sigur løgreglan.
Løgeglan sigur, at kvinnurnar hava fingið at vita, at vita tær um onkran, sum hevur fingið myndir sendandi, hevur tað alstóran týdning, at tær siga løgregluni frá.
Samstundis ger løgreglan vart við, at tað er ólógligt at senda øðrum myndir, uttan við loyvi frá teimum, myndirnar eru av. Mangan er talan um gentur undir 18 ár, og onkuntíð er eisini talan um gentur undir 15 ár. Og løgreglan ger eisini staðiliga vart við, at tá eru reglurnar serliga strangar. Tá kann tað, í ávísum førum, koma blygnaðarskemd, ella enntá undir barnaporno, og tað er rættiliga álvarsligt.
Tað er ofta hent, at ungar gentur koma illa fyri av myndum, tær hava sent onkrum í trúnaði. Ein, sum undirvísur í slíkum hevur tey góðu ráðini til ungar gentur, at tær skulu ikki senda nøkrum myndir av sær, sum tey ikki vilja, at foreldrini hjá sær skuldu síggja.