Tað er enn ov tíðliga at siga nakað um, hví onkur stakk tríggjar tannáringar við knívi í gjárkvøldið í Taastrup í Danmark.
Tað sigur Peter Malmose, varapolitiinspektørur, framman fyri hølini hjá Københavns Vestegns Politis í Taastrup í morgin, har hann greiðir frá støðuni í kanningararbeiðinum.
– Vit kunnu enn einki siga um motiv. Tað er bara ov tíðliga, sigur hann
Hann greiðir tó frá, at tað ikki verður hildið at hava verið av tilvild, og at teir tríggir kendust frammanundan.
Tveir av tannáringunum – ein 17 ára gamal og ein 18 ára gamal drongur – doyðu av knívstungunum. Teir úr báðir úr Taastrup. Ein 17 ára gamal drongur úr Albertslund varð eisini stungin, men kemur frá tí við lívinum. Hann er avhoyrdur av løgregluni.
Løgreglan hevur í morgun enn ikki handtikið nakran í málinum, sigur Peter Malmose.
– Vit halda, at tað hava verið fleiri enn ein gerningsmaður, sigur hann.
##med2##
Ræðuligi tilburðurin var seint í gjárkvøldið á Skjeberg Allé í Taastrup. Vegurin er í einum íbúðarøki nærindis søluhúsinum City2.
– Vit hava fleiri orsøkir at halda, at City2 er viðkomandi, sigur Peter Malmose.
Løgreglan varð boðsent um knívstungurnar klokkan 22:57 í gjárkvøldið. Annar av teimum dripnu doyði í astaðnum, meðan hin doyði á sjúkrahúsinum.
Í kunningini í morgun endurtók løgreglan eina áheitan á vitni um at venda sær til løgregluna. Tað kunnu vera eygleiðingar í økinum kring illgerðarstaðið á Skjeberg Allé ella í handilshúsinum City2.
– Tað kunnu eisini vera hendingar, sum hava varið fram fyrr um kvøldið, sigur Peter Malmose.
/ritzau/
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##