Løgreglan fygldi sjúkrabili á Landssjúkrahúsið

Tað tyktiskt ógvusligt, tá ein løgreglubilur við sera nógvari ferð fór norðureftir úr Havnini seint seinnapartin í dag.

Tað tyktiskt ógvusligt, tá ein løgreglubilur við sera nógvari ferð fór norðureftir úr Havnini seint seinnapartin í dag.

 

Løgreglubilurin yvirhálaði nógvar bilar norðureftir Hvítanesvegnum og Kalbaksvegnum og gjøgnum Kollfjarðatunnilin.

 

Av politistøðini í Havn verður upplýst, at talan var um »eina ambulansusak«, og tá eru tey ikki so tíðindafróð. Men tá tey siga soleiðis, so er tað tí, at sjúkrabilatænastan hevur biðið løgregluna um hjálp at koma ígjøgnum nógvu ferðsluna í Havn.

 

Myndamaður okkara fangaði fylgið, tá tað kom aftur til Havnar eftir Hvítanesvegnum í Havn. Fremst ein motorsúkkla, síðani ein løgreglubilur, sum báðir skuldu beina veg gjøgnum nógvu fríggjadagsferðsluna í Havn út á Landssjúkrahúsið.