Løgreglan gav skúlabørnum endurskin

Skúlapatruljan hjá løgregluni var í gjár úti og kannaði bilar við Skúlan á Fløtum.

 

– Har vóru nógvir bilar, men eingin sak, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Hann sigur, at løgreglan býtti út endurskin við Skúlan á Fløtum.

Annars hevur ikki verið tað stóra at gjørt hjá løgregluni, tí seinasta døgnið hevur veirð friðarligt í so máta.

Løgreglan hevur tó verið úti og klipt nummarplátum av bilum, sum ikki hava goldið vegskatt ella trygging. Plátur vórðu kliptar av sjey bilum í hesum sambandi.

Ein bilur var í gjár steðgaður, tí eitt barn ikki sat íbundið. Tað gað føraranum eitt klipp í koyrikortið.