Løgreglan hevði átak móti innbrotum

Í nátt hevði løgreglan eitt átak í Havn, har tey koyrdu runt og høvdu eyguni eftir eitt nú handlum og ymiskum øðrum støðum.

Herfyri vóru fleiri innbrot í Havn, har brotið varð inn eftir eitt nú rúsdrekka, pengum og mati. Sambært løgregluni eru fleiri av hesum málum uppklárað, men tað er ikki óhugsandi, at onkrir snøklar eru eftir.

 

Tí gjørdi løgreglan eitt átak í nátt, har tey koyrdu runt í Havnini og høvdu eyguni eftir eitt nú handlum og øðrum støðum, har hugsandi kundi verið, at onkur kundi gjørt sær dælt.

 

- Men, her var einki at síggja, og alt vísti seg at vera friðarligt og róligt, visti vaktleiðarin at siga í morgun.

 

Á miðdegi í gjár varð ein maður handtikin í miðbýnum í Havn fyri brot á skilhaldsreglurnar, og løgreglan sigur, at maðurin var harðmæltur og hóttandi.

 

Í gjárkvøldið varð ein bilførari steðgaður, sum verður skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Í bilinum fann løgreglan eisini ymiska útgerð at roykja hassj við.