Løgreglan setir upp forðingar uttan fyri rættarbygningin, har Donald Trump skal møta seinnapartin Mynd: Giorgio Viera/AFP/Ritzau Scanpix

Løgreglan í Miami klár til rættarfund ímóti Trump

Myndugleikarnir í Miami í ameriakanska statinum Florida hava gjørt seg til reiðari til, at fyrrverandi forsetin í USA, Donald Trump, í dag skal fyri rættin í máli um, at hann hevur havt í varðveitslu loynilig skjøl.

 

Løgreglan setir upp forðingar uttan fyri rættarbygningin, har Donald Trump skal møta seinnapartin Mynd: Giorgio Viera/AFP/Ritzau Scanpix

Forðingar eru setta upp framman fyri rættarbygningin, har Trump skal møta seinnapartin lokala tíð, skrivar blaðið The Guardian.

Løgreglan ger eisini sítt til at vissa borgarar í Miami um, at hon klárar hand handheva mótmælini.

– Takið ikki feil, vit taka hetta í sera stórum álvara, og tað er vandi fyri, at tað kann ganga skeiva vegin, sigur løgreglustjórin í býnum, Manuel Morales, sambært The Guardian.

Hann sigur, at løgreglan syrgir fyri at hava manning til at kunna handfara eina mannamongd upp á millum 5.000 og 50.000 fólk.

/ritzau/

 

 

Løgreglan setir upp forðingar uttan fyri rættarbygningin, har Donald Trump skal møta seinnapartin Mynd: Giorgio Viera/AFP/Ritzau Scanpix