Løgreglan kannaði ferðsluna til og úr Havnini

- Ferðslan í morgun var ikki av tí mesta. Her var einki at seta fingurin á, og eingin kom í bókina, sigur vaktleiðarin.

Stundisliga í morgun var løgreglan í Kaldbaksbotni og kannaði ferðsluna til og úr Havnini.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at ferðslan í morgun var ikki av tí mesta, men her gekk alt bæði gott og væl.

 

- Ferðslan gekk eftir bókini, og tískil kom einki navn í bókina. Her var einki at seta fingurin á, sigur vaktleiðarin.

 

Eitt sindur verri gekk hjá einum bilførara í Eysturoy í morgun.

 

- Hesin koyrdi so mikið yvir loyvdu ferðina í bygdum øki, at viðkomandi fekk klipp í koyrikortið. 

 

Vaktleiðarin sigur, at náttin hevur verið friðarlig.

 

Seint í gjárkvøldið fór ein hending fram í Miðvági, har ein bilførari var óheppin, soleiðis at høgra framhjól fór út av vegnum.

 

- Bilførarin fekk ikki hjólið upp aftur við egnari hjálp, men her var einki illgrunasamt, veit vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn at siga.