Løgreglan kannar ferðsluvanlukkuna við Áir

Leygarmorgunin læt ein ungur maður lív í ferðsluni, og ein kvinna endaði á Landssjúkrahúsinum við stórum løstum.

 

Leygarmorgunin hendi ein syrgilig ferðsluvanlukka nakað norðan fyri Áir, sum kravdi eitt mannalív. Ein annar bilførari, sum eisini gjørdist partur av vanlukkuni, varð fluttur á Landssjúkrahúsið við løstum.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at tey fingu boð um ferðsluvanlukkuna stutt fyri klokkan 09.30. Tað vísti seg, at bilførarin í bilinum, sum koyrdi norður eftir, endaði tvørur á vegnum og kom fyri bilin, sum var á veg suðureftir.

 

Tað var ein ungur maður, sum koyrdi bilin, ið var á veg norðureftir. Í bilinum, sum var á veg suðureftir, var ein kvinna, og hon hevði sambært løgregluni ongan møguleika at byrgja upp fyri vanlukkuni.

 

Tað vóru soleiðis tveir bilar og tveir bilførarar, sum gjørdust partur av hesi syrgiligi vanlukku, har annar læt lív, og hin liggur á Landssjúkrahúsinum vóru stórum løstum. Onnur fólk vóru ikki í bilunum.

 

Vaktleiðarin sigur, at løgreglan nú kannar, hví vanlukkan hendi, og her verður eitt nú roynt at finna út av, hví bilførarin, sum koyrdi norður eftir, endaði tvørur á landsvegnum norðan fyri Áir.