Løgreglan kannar mál um pornografiskar upptøkur

Kriminalpolitiið kannar í løtuni eina pornografiska upptøku av trimum ungfólkum

Kriminalpolitiið ger í løtuni kanningar í einum máli um, at ein pornografisk upptøka av trimum ungfólkum, sum hava kynsliga samveru í Havn, verður send runt á alnótini.

 

- Tað er rætt, at vit kanna eitt tílíkt mál. Tað er talan um trý ungfólk, sum øll eru undir 18 ár. Ein upptøka av teimum skal verða send runt á netinum, og tað er brot á grein 235 í revsilógini, sum sigur, at tað ikki er loyvt at senda pornografiskt tilfar runt á netinum, sigur Hildur Hentze, politikommiserur.

 

Sambært grein 235 kann ein persónur, sum sendir slíkar upptøkur runt á netinum, verða revsaður við bót og upp til tvey ára fongsulsrevsing, um viðkomandi verður funnin sekur.

 

Sum skilst er upptøkan av teimum trimum ungfólkunum gjørd við tí ógvuliga væl umtóktu appini Snapchat.