Løgreglan kannar nú Sea Shepherd

Grindamannafelagið hevur meldað eitt umboð fyri Sea Shepherd, sum hevur gjørt fortreð í fleiri grindum í summar

Grindamannafelagið hevur nú meldað eitt umboð fyri Sea Shepherd, sum hevur verið í Føroyum í alt summar og hevur gjørt fortreð í fleiri grindadrápum. Hann hevur flogið við dronu uppi yvir grindadrápi, men tað er ólógligt og tað er hann longu meldaður fyri. Løgreglan tók eisini eina dronu frá honum. Men annars hevur hann gingið í hælsinunum á grindamonnum og tikið myndir og tað hevur órógvað drápini illa.

 

Og nú hevur Grindamannafelagið so meldað mannin fyri at hava brotið grindalógina. Bilurin, hann koyrir runt í Føroyum í er ein Ford Mondeo og hann er skrásettur í Svøríki. Tey í Grindamannafelagnum siga, at tey hava fingið váttan fyri, at bilurin er skrásettur til at vera ogn hjá Sea Shepherd. Annars er tað ólógligt hjá felagsskapum sum Sea Shepherd at virka í Føroyum, men Grindamannafelagið heldur, at hetta er fullgott prógv fyri, at maðurin var her í arbeiðsørindum fyri Sea Sea Shepherd.

 

Tí vilja tey í Grindamannafelagnum hava løgregluna at leggja hald á bilin, sum løgreglan hevur heimild til grindalógini.

 

Tey í Grindamannafelagnum heittu á løgregluna um at gera skjótt at, tí eftir teirra upplýsingum skuldi hann fara av landinum við Norrønu fríggjanáttina. Men har gekk løgreglan teimum ikki á møti. Løgreglan hevur ongar viðmerkingar til málið, uttan tað, at tey váttað, at grindamannafelagið hevur meldað umboðið fyri Sea Shepherd. Tey siga eisini, at tey kanna málið, sum tey altíð gera, men enn eru tey ongan veg komin. Sostatt er tað eisini alt ov tíðliga at siga nakað um, hvat úrslitið verður.