Løgreglan kannar skeinkistøðini í Havn

Løgreglan kannar skeinkistøðini við jøvnum millumbili

Løgreglan kring landið er javnan inni á skeinkistøðunum at vita um øll viðurskifti eru, sum tey eiga at vera eftir skeinkiloyvinum.

 

Aftur í nátt hevur løgreglan verið á fleiri skeinkistøðum.

 

Í hesum umfari hevur løgreglan verið á seks, sjey skeinkistøðum í Havn at kanna viðurskiftini.

 

- Har vóru øll viðurskifti, sum tey eiga at vera, sigur løgreglan. Tó fekk ábyrgdarhavarin av tí eina skeinkistaðnum eina átalu frá løgregluni. Men av tí, at talan bara var um smáttarí, verður tað ikki meiri enn til hesa átaluna.

 

Løgreglan sigur, at skeinkiloyvini verða umsitin við skili og ábyrgd og at tað er at kalla ongantíð nakað at viðmerkja, tá ið løgreglan er á staðnum.

 

Tað, løgregan kannar, er, um tað eru ov nógv fólk inni, um fólkini eru minst 18 ár, um skelti eru sett upp eftir forskriftunum, um afturlatingartíðir verða hildnar og so víðari.

 

Annars hevur verið stak friðarligt í nátt. Ein maður er koyrdur í brummuna í Klaksvík at sova rúsin av sær. Og í einum føri í nátt mátti løgreglan leggja upp í bardaga ímillum tveir mans.

 

Men løgreglan var so mikið skjót á staðið, at bardagin varð steðgaður í føðingini. Hinvegin verður farið víðari í rættin vi málinum, tí nevar vóru á lofti og tað kostar eina revsing.