Løgreglan leitar: Hvør knallaði fløskuna í andlitið?

Løgreglan leitar framvegis eftir vitnum í sambandi við eitt harðskapsmál sunnumorgunin

 

 

Løgreglan vil fegin koma á tal við fólk, sum kunnu hava sæð okkurt í sambandi við eitt harðskapsmál í miðbýnum í Havn sunnumorgunin um fýratíðina.

Tað var ein illstøða, sum byrjaði millum persónar niðri í Glitnir og sum síðani fluttu seg niðan í Steinatún. Í millum matstovuna Bitan og gamla Føroya Banka bygningin í Steinatúni fær so annar persónurin ein fløsku í andlitið og fær skaða í tenninar.

– Vit eru sera áhugað í at hoyra frá fólki, sum kunnu hava sæð okkurt í sambandi við hendan tilburðin, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum heitir á fólk, sum kanska hava sæð okkurt um at venda sær til politistøðina.

Hesin tilburðin varð ikki meldaður til løgregluna, men løgreglufólk komu frá á órættaða persónin, sum hevði skaða í andlitinum, og fekk soleiðis frænir um harðskapsmálið.