Løgreglan lýsir morðið á bretskan politikara sum yvirgang

Í gjár var tingmaðurin David Amess dripin á einum veljarafundi. Málið verður kannað sum yvirgangur.

 

Í gjár var minningarhald fyri David Amess, tingmann, sum var dripin í gjár. - Foto: Tony O''brien/Reuters

Morðið á konservativa bretska tjóðartingsmannin, David Amess verður av bretsku løgregluni lýst um ein yvirgangsatsókn.

Tað váttar løgreglan í London, Metropolitan Police, í nátt sambært tíðindastovuni AFP.

Tí er tað serliga antiyvirgangsdeildin hjá løgregluni, sum stendur fyri kanningararbeiðinum.

– Fyribils kanningar hava avdúka eitt møguligt motiv, sum hevur við víðgongda islamismu at gera, sigur Metropolitan Police í tíðindaskrivi uttan at koma málinum nærri.

Tann 69 ára gamli David Amess, sum var tingmaður í nógvar ár, varð í gjár álopin á veljarafundi í kirkjuni Belfairs Methodist Church í Leigh-om-Sea í Essex eystan fyri London.

Amess doyði eftir at verða stungin fleiri ferðir. Helst við einum knívi, sum løgreglan hevur funnið.

Løgreglan handtólk stutt eftir ein 25 ára gamlan mann á gerningsstaðnum.

Maðurin er mistonktur fyri morðið. Hildið verður at hann var einsamallur um illgerðina, men umstøðurnar verða enn kannaðar.

Sum liður í kanningararbeiðinum verða tveir bústaðir í London kannaðir, upplýsir løgreglan í boðunum í nátt.

BBC og fleiri aðrir bretskir miðlar endurgeva keldur fyri, at tann mistonkti maðurin er bretskur ríkisborgari helst við somaliskari bakgrund.

Morðið hevur skelkað bretska samfelagið og verður framt, fimm ár eftir at ein høgravíðgongdur drap Labour-politikaran Jo Cox.

Í eini bók, sum davis Amess gav út í fjør, skrivaði hann um morðið á Cox.

– Slíkt skuldi bara ikki hent í Bretlandi. Vaksaandi tali av slíkum drápum hava partvíst oyðilagt bretska siðin við, at fólk hittast á opnum fundum við sínar politikarar, skrivaði Amess.

Í gjárkvøldið var minningarhald nærindis gerningsstaðnum, har nógv fólk úr lokalsamfelagnum møttu at heiðra Amess.

– Hann doyði, meðan hann gjørdi tað, honum dámdi – at hitta veljarar, segði Jeff Woolnough, pestur, sum stóð fyri hátíðarhaldinum, sambært AFP.

David Amess var uppstillaður í valdøminum Soutend West Essex, sum er í eystara parti av Onglandi.

/ritzau/

 

 

Í gjár var minningarhald fyri David Amess, tingmann, sum var dripin í gjár. - Foto: Tony O''brien/Reuters