Løgreglan: Nú seta næmingarnir trygdina í vanda

Løgreglan fer at tosa við skúlarnar um at støðuna

Herfyri høvdu næmingarnir á miðnámsskúlanum, Glasi, í Havn, tann árliga skulkingardagin og í hesum sambandi fóru tey út á vegirnar og tarnaðu ferðsluni. Úrslitið var, at eina lítla løtu seinni stóðu røðirnar av bilum fleiri kilometrr í allar ættir.

 

Í gjár var tað so miðnámsskúlanæmingarnir á Kambsdali, sum høvdu skulkingardag og eisini tey fóru út á vegirnar at tarna ferðsluni.

 

Men løgreglan heldur, at hetta er at fara út um mark. Eitt er, at ferðslan verður tarnað, men tað er munandi vandamiklari at ganga á vegnum og forða ferðsluni á einum landsvegi í Kambsdali, har tað er loyvt at koyra 80, enn tað er at ganga á vegnum í bygdum øki á Marknagilsvegnum í Havn, har tað er loyvt at koyra 50.

 

Løgreglan sigur at onkur hevði eisibi verið í Leirvíkartunlinum, har tey høvdu spent band tvørtur um vegbreytina og tað er væl hugsandi, at eisini tað hevði samband við skulkingardagin.

 

Løgreglan sigur, at hetta er eisini at fara um mark, tí tunlarnir eru myrkir og sær ein bilførari brádliga eyga á, at okkurt er spent tvørtur um vegin, er vandi fyri at hann høggur bremsurnar í. Tað kann skaði standast av, og klára bilarnir aftan fyri so heldur ikki at steðga, er skjótt at ímynda sær, hvussu illa tað kann ganga, sigur løgreglan.

 

Løgreglan sigur, at hetta er eitt mál, tey taka í størsta álvara, og fáa tey greiði á, hvør tað er, sum hevur spent bandið fyri vegin í tunlinum, verða tey skuldsett og revsa. Hann sigur at tá ið hendan tíðin nærkast næsta ár, fer løgreglan í samskifti við skúlarnar um framferðina hjá næmingunum hesar skulkingardagarnar.