Løgreglan steðgað 460 bilum í Suðuroy

Fleiri av teimum hava fingið bót og onkur klipp eru eisini givin

 

Løgreglan í Suðuroy ger javnan ferðslukanningar, men í hesum døgum gera tey serliga nógv burturúr og tí sambandi hevur landsfersðluliðið hjá løgregluni verið í Suðuroy.

Tey hava kannað bilar um alla oynna, bæði í bygdum og óbygdum og tilsamans eru yvir 460 bilar steðgaðir, sigur Jaspyr Vang, økisleiðari hjá løgregluni í Suðuroy.

 

Og av teimum fingu 80 bót fyri ymisk brot á ferðslulógina, umframt at nógvir aðrir fingu átalu fyri smáfeilir.

 

Eisini hesa ferð, vóru tað tey flestu, sum fingu bót fyri ikki at sita í trtgdarbelti, men annars vóru  tað eisini nógvir bilførarar, sum ikki høvdu koyrikortið hjá sær.

 

Á nógvum bilum vóru lyktirnar ikki, sum tær skuldu og á nøkrum var galið við dekkunum, og so vóru eisini onkrir tiknir fyri at tosa í fartelefon.

 

Onkur einstakur fekk eisini klipp í koyrikortið fyri at hava børn í bilinum, uttan at tey sótu í trygdarbelti.