Løgreglan steðgar harðskapi

Løgreglan ger eitt miðvíst arbeiði fyri at forða fyri, at harðskapur tekur seg upp

 

Løgreglan ger regluliga miðvís átøk at forða fyri harðskapi og eitt slíkt átak var aftur í nátt.

 

Í hesum sambandi ger Løgrelgan nógv burtur úr at vera sjónlig á ávísum støðum við tí endamáli at sissa fólk, sum koma til ilnar.

 

Løgreglan hevur sagt, at tað er serliga tá ið dansistøð og skeinkistøð lata aftur um náttina, at nógv fólk er í gøtunum og vandin fyri harðskapi er stórur.

 

Við at vera sjónlig í gøtunum, heldur Løgreglan í fyrstu syftu, at tað fær fólk at sissast.

 

Í øðrum lagi gevur tað løgregluni betri møguleika at leggja upp í, tá ið vandi er fyri bardaga.  Endamáli við tí er at forða fyri, at tað endar við harðskapi, sum krevur munandi meiri tíð og orku av løgregluni, og sum eisini kann fáa álvarsligar avleiðingar, bæði fyri offur og gerningsmenn.

 

Aftur í nátt hevur løgreglan verið á gøtuni í hesum sambandi og aftur hesa ferð hevur løgreglan lagt upp ímillum, har fólk komu til ilnar og forða fyri, at tað endaði við harðskapi.

 

Løgreglan sigur, at  tá ið partarnir eru skyldir sundur, verður syrgt fyri, at teir fara hvør til sítt.

 

Annars sigur løgreglan, at tað hevur verið stak friðarligt í nátt.