Í gjár var løgreglan ymsastaðni í Havn og kannaði bilar, sum komu koyrandi eftir vegunum. Løgreglan sigur, at tilsamans vóru 105 bilar kannaðir og tað vísti seg tað vóru nógvir bilar, sum vóru ólógligir á ymsan hátt. Tilsamans skrivaði løgreglan 64 bøtur og sostatt var galið við meiri enn øðrumhvørjum bili.
Brotini vóru tey vanligu, tað vil siga, at helt nógv brúktu ikki trygdarbelti og her er bæði talan um bilførarar og ferðafólk. Fleiri tosaðu í fartelefon ímeðan tey koyrdu, fleiri høvdu ikki koyrikortið uppi á sær og hjá nøkrum bilum vóru tað lyktir, sum vóru brostnar og so var tað ein einstakur bilur, sum ongar nummarplátur hevði. Allir bilførararnir, og ferðafólkini sum ikki brúktu trygdarbelti, fingu bót.
Harafturat fekk ein bilførari klipp í koyrikortið fyri at bróta treytaleysa víkiskyldu. - Bilførarin, sum hevði rætt at koyra, mátti høgga bremsurnar í fyri at sleppa undan samanstoyti, sigur løgreglan. Og tað bara ikki mætari á, enn at hetta var beint fyri eygunum á løgreglufólkum, sum kannaðu bilarnar, so har var einki at ivast í, men bilførarin fekk klipp í koyrikortið.
|