Løgreglan tók níggju nummarspjøldur

Leygarnáttina varð ein bilførari steðgaður í Eysturoyartunlinum, sum løgreglan hevði illgruna um ikki var edrúur.

Í gjárkvøldið var løgreglan ymsastaðni úti kring landið, har landafast er og leitaði eftir bilum, sum ikki hava øll síni viðurskifti í lagi.

 

- Á ferðini tók løgreglan tilsamans níggju nummarspjøldur fyri ymiskt, sum ikki var í lagi við bilinum.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at talan kann vera um vantandi sýn, umskráseting, vegskatt ella trygging, sum ikki eru avgreidd til tíðina.

 

- Tá slík viðurskifti ikki eru í lagi, verður leitað eftir bilunum, og tá vit finna bilarnar, missa teir pláturnar, verður lagt aftrat.

 

Hetta hevur annars verið eitt friðarligt vikuskifti hjá løgregluni, har ikki tað heilt stóra hevur verið á vási.

 

Men, leygarnáttina varð ein bilførari steðgaður í Eysturoyartunlinum, sum løgreglan hevði illgruna um ikki var edrúur.

 

Hetta var ikki eitt beinleiðis átak í tunlinum, men ein illgruni, sum løgreglan hevði og sum eisini vísti seg at vera rættur.

 

- Tá bilførarin blásti í ballónina, vísti tað seg, at her var alt ikki í lagi, og bilførarin noyddist eisini at taka eina blóðroynd.

 

Vaktleiðarin sigur, at farna vikuskiftið annars var friðarligt, undantikið onkur smáting sum oftast eru ein partur av einum vikuskifti hjá løgregluni.