Eftir tingfundin, sum var í gjár, er løgtingið nú farið í páskafrí.
Á fundinum í gjár samtykti løgtingið við triðu viðgerð uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy. Eisini samtykti løgtingið at beina málið um avlurtingarpakkan, sum løgmaður hevur lagt fyri tingið og vildi hava samtykt í gjár, aftur í rættarnevndina til nýggja viðgerð.
Næsti tingfundur verður mikudagin 23. apríl, um slakar tvær vikur. Tá verða tingfundir í tvær vikur, og so fer tingið í summarfrí tann 9. mai.
Løgtingið kemur saman aftur ólavsøkudag, tá farið verður undir tingsetuna fyri 2014.
Skráin fyri tingfundin 23. apríl klokkan 11 er hendan:
1.
2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 107/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um apoteksverkið og heilivág (avtøka av Apoteksgrunninum)
2.
2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 109/2013: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi protokoll um broyting av sáttmálanum millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn
3.
2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 80/2013: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2013
4.
2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 87/2013: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2013 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2013
5.
2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 86/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
6.
2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 89/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um javnstøðu millum kvinnur og menn
7.
1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 148/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan Málið verður beint í Vinnunevndina
8.
Framløga