Havi tó fingið at vita, at til útbygging av Fuglafjarðar havn er ikki eitt oyra avsett á fíggjarætlanina.
Sum øllum politikkarum kunnugt varð á fundi í Fuglafirði í juni 1996 ein pelagisk verkætlan framløgd. Ein verkætlan gjørd í samarbeiði millum vinnuna og kommununa og har báðir partar hava útbyggingaruppgávur hvør á sínum øki í samlaðu verkætlanini. Ein verkætlan, ið við málrættaðum útbyggingum yvir eitt ávíst áramál gongur út uppá, at fáa mest møguligt at pelagiska fiskinum upp á land í Føroyum, til virkingar og goymslu.
Á nevnda fundi vóru umboð fyri politisku flokkarnar og alt landsstýrið boðin við, og vóru flestu umboðini og meginparturin av landsstýrinum eisini við á fundinum. Niðurstøðan varð, at ætlanin tóktist bæði skilagóð og spennandi, og kundi fáa ómetaligan búskaparligan týdning fyri alt føroyska samfelagið og lovaðu landsmyndugleikarnir, at teirar vilji at fáa ætlanina framda, skuldi ikki liggja eftir.
Í hesum sambandi snúði tað seg fyri landsmyndugleikanna part um eitt íkast til eina forholdsvís lítla útbygging av Fuglafjarðar Havn, ið hesir blivu bidnir um at luttaka í. Síðani er so frætt frá landsstýrinum, at teir vilja luttaka í hesari, tó ikki sum studningsveiting eftir gomlu havnarbyggingarskipanini - ið sum slík helst er burturdottin - men sum eitt íkast í eina núskapandi verkætlan, ið sum sagt kundi fáa ógvuliga stóran landsbúskaparligan týdning.
Men nú uppskotið til løgtingsfíggjarlóg fyriliggur vísir tað seg kortini, at ikki eitt klovið oyra er avsett til hesa ætlan, men harafturímóti nógvar milliónir til onkran tórsvøll, og uppaftur nógvar ferðir fleiri milliónir til onkra miseydnaða ferjuhavn.
Eg kundi verið til sins at spurt, hvat okkara politikkarar hugsa fyri sær, nú tað stendur á sum ongatíð fyrr, at yvirliva vinnuliga í Føroyum.
Men eg fái meg kortini ikki inntil víðari at trúgva, at tað er við vilja at henda játtanin er gloymd, men at hetta má stava frá onkrari misskiljing í systeminum sum verður rættað undir víðari viðgerðini, og játtanin tí verður við á endaliga samtyktu fíggjarlógini. Men livst so spyrst.
Sigfríður Vørðhamar