Fundur er aftur í løgtinginum í dag, aftaná at løgtingsfólk hava havt heystfrítíð í farnu viku. Fundurin byrjar klokkan hálvgum tvey, men talan verður neyvan um ein drúgvan fund.
Fimm mál eru á skránni, har tey flestu eru skjót at avgreiða.
Tey bæði fyrstu málini eru tvær atkvøðugreiðslur um skrivligar fyrispurningar. Tingskipanin ásetur, at løgtingið skal atkvøða um skrivligir fyrispurningar skulu svarast, men slík mál verða vanliga samtykt uttan nakra viðgerð yvirhøvur.
Talan er um ein skrivligan fyrispurning til Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, um tunlarnar Norður um Fjall, ið Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttir, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, hevur sett, og ein skrivligan fyrispurning um tulkingina av samgonguskjalinum, ið Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, hevur sett Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.
Tá løgtingsmenn hava atkvøtt um skrivligu fyrispurningarnar, eru ófráboðaðir fyrispurningar á skránni.
Tað er §52, stk. 5. og 6. í tingskipanini, ið áleggur løgtingsformanninum, at regluliga seta ófráboðaðar spurningar til løgmann og landsstýrismenn á dagsskránna.
Løgtingsmenn fáa tá høvi at seta landsstýrisfólkunum og løgmanni spurningar, ið ikki eru fráboðaðir frammanundan, og sum landsstýrisfólkini skulu svara beinanvegin. Løgmaður ella landsstýrisfólk kunnu bera seg undan at svara, og heldur biða um at fáa spurningin á annan hátt.
Løgtingsmaður kann bert seta fram ein høvuðsspurning, og umrøðan av einum spurningi kann í mesta lagi vara í 10 minuttir. Ófráboðaðir spurningar kunnu í mesta lagi vara ein tíma tilsamans.
Síðani er fyrsta viðgerð av einum uppskoti til samtyktar um frágreiðingina hjá § 19 nevndini um kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum.
Talan er um frágreiðingina, ið §19 nevndin legði fram stutt undan valið. Heitt verður á løgtingið um at samtykkja frágreiðingina og gera neyðugu lógarbroytingarnar, ið nevndin metti tørvur er á.
At enda boðar løgtingsformaðurin frá, um nøkur nýggj mál verða løgd fyri tingi.