Løgtingsformaður kallað Annfinn á fund

Annfinn Vitalis Hansen, kanningarstjóri í tunnilsmálinum, er júst nú á fundi hjá løgtingsformanninum og løgtingsstjóranum

Annfinn Vitalis Hansen, kanningarstjóri í tunnilsmálinum, er júst nú á fundi hjá løgtingsformanninum og løgtingsstjóranum.


Hann innkallaður í bráskundi.


Stórur spurningur hevur verið settur við gegni hjá Annfinni Vitalis Hansen, síðani hann varð settur sum kanningarstjóri í tunnilsmálinum.


Í gjár vístu skjøl, sum Kringvarpið fekk innlit í, at Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðar-eftirlønargrunnurin – stytt AMEG - hevði ein virknan leiklut, tá fígging skuldi útvegast til Skálafjarðartunnilin. Annfinn V. Hansen er formaður í AMEG.


Copenhagen Infrastructure Partners gjørdi ikki færri enn tvær royndir at fáa Samhaldsfasta við í verkætlanina. Nógv samskifti var millum partarnar, sum eisini vóru á fundi saman.


Eisini vendi Føroya Lívstrygging sær til Samhaldsfasta við fyrispurningi um at seta pengar í tunnilsverkætlanina. Og í august mánaði kom ein fyrispurningur frá sjálvum løgmanni, sum eisini vildi hava at vita, um Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðar-grunnurin kundi vera við til at bera stóru íløguna í tunnilin. Løgmaður vildi kanna, um tunnilsverkætlanin kundi hava ein størri, føroyskan eigaraskara.