Tá skal støðast takast til, um løgtingsnevndirnar skulu veljast av nýggjum.
Mikudagin verður tingfundur, og tá skal løgtingið taka støðu til, um nevndirnar skulu veljast av nýggjum, eftir at Annika Olsen er farin úr fíggjarnevndini, sum tí hevur minst ein tinglim. Hon hevur samstundis boðað frá, at hon tekur seg úr fíggjarnevndini.
Tingfundur var mikudagin, har formaðurin las skriv frá Anniku Olsen, har hon boðaði frá, at hon tók seg úr fíggjarnevndini, og somuleiðis boðaði hon frá, at hon tekur seg úr tingbólkinum hjá Framsókn og er uttanflokka á Løgtingi.
Annika Olsen bað samstundis um farloyvi, og at næsti á lista Fólkafloksins tekur sæti á tingi. Tingið samtyktir uttan atkvøðugreiðslu, at Joen Magnus Rasmussen tekur sæti á tingi fyri Anniku Olsen.
Formaðurin síðan las skriv frá Jákup Mikkelsen, Jenis av Rana, Bill Justinussen, Jógvan á Lakjuni, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Jacob Vestergaard, Bárði Nielsen, Edmundi Joensen, Kai Leo Holm Johannesen, Magnus Rasmussen, Bjørn Kalsø og Magna Laksáfoss, har heitt verður á formannin um at velja nevndirnar av nýggjum sbrt. § 24 í tingskipanini.
Fyrsta mál á skránni hendan dagin var atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi mannagongdum, tá borgarstjórar verða valdir á ting. Samtykt varð uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
Eftir tað legði boðaði tingformaðurin frá, at Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur lagt fram tingmálini nr. 5/2015: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2016, nr. 6/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Tilfeingisskattur 2016) og nr. 7/2015: Uppskot til løgtingslóg um gjald á veiðu av makreli og norðhavssild í 2016.
Samstundis boðaði formaðurin frá skrivligum fyrispurningi nr. S-2/2015 til Henrik Old, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Eysturoyar- og Sandoyartunlinum.
Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 7. oktober 2015, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:
1. Atkvøðugreiðsla um at velja nevndirnar av nýggjum
2. Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-2/2015 til Henrik Old, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Eysturoyar- og Sandoyartunlinum
3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 5/2015: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2016
4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 6/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Tilfeingisskattur 2016)
5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 7/2015: Uppskot til løgtingslóg um gjald á veiðu av makreli og norðhavssild í 2016
6. Framløga.