Tá telefonin hjá Aaja Chemnitz úr grønlendska flokkinum IA ringdi í nátt, var tað formaðurin í Moderatunum, Lars Løkke Rasmussen, sum spurdi, um hon kundi umhugsa at stuðla bláa veingi í Fólkatinginum.
– Júst nú er tað rættiliga javnt millum reyða og bláa vong, og IA kann gerast avgerandi atkvøðan, sigur Aaja Chemnitz.
– Í hesum sambandi eri eg biðin um at spyrja teg, hvussu tað hevði ligið fyri hjá tær at peika á eina reina bláa stjórn.
Hesum vísti hon tó aftur.
– Fyri mær at síggja er tað ikki ein møguleiki, tí vit kunnu ikki peka á Danska Fólkaflokkin, Nýggju Borgarligu og Danmarksdemokratarnar sum stjórnargrundarlag fyri eini stjórn, sum vit ikki síggja okkum sjálvi í, sigur hon.
Hon sigur, at Lars Løkke Rasmussen ringdi til hana, eftir at allar atkvøðurnar vórðu taldar upp eftir midnátt.
Sum tað sær út nú peikar Aaja Chemnitz á Mette Frederiksen sum forsætisráðfrú í eini breiðari, reyðari stjórn.
Eftir at atkvøðurnar eru taldar, hevur reyði vongur 87 sessir, men tríggir av teimum fýra sessunum í Føroyum og Grønlandi peika á Mette Frederiksen sum forsætisráðfrú.
Harvið hevur reyði vongur teir neyðugu 90 sessirnar í Fólkatinginum.æ
Blái vongur, sum hevur fingið 72 sessir, fær stuðul frá Onnu Falkenberg úr Føroyum. Um teir 16 sessirnir hjá Løkke verða lagdir afturat, stendur vongurin til 89 sessir.
Um IA stuðlaði bláa veingi, so vóru 90 sessir har.
/ritzau/