Løkke fingið prógv: »Føroyar eru heimsins besta stað at halda summarferiu í«

Lars Løkke Rasmussen, sum hevur føroyska konu og javnan er í Føroyum, hevur fingið sítt uppáhald um Føroyar upp á skrift.

– So er tað staðfest og váttað av danska statsútvarpinum. Føroyar eru heimsins besta stað at fara í summarferiu.

 

Soleiðis skrivar danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, á Facebook, har hann hevur lagt mynd út av sær sjálvum við einum stuttleika-certifikati.

 

Á certifikatinum stendur: "Færøerne er verdens bedste sted at tage på sommerferie."

 

Hetta hevur Lars Løkke Rasmussen fingið frá útvarpssendingini Påstand mod påstand á DR P3. 

 

Talan er um eina undirhaldssending, har vertirnir royna at finna út av, hvørji uppáhald passa, og hvørji ikki passa. Hesa ferð var uppháhaldið so, at Føroyar eru heimsins besta stað at halda sína summarferiu í, og tað var Lars Løkke Rasmussen, sum kom við hesum uppháhaldinum.

 

– Havnin er kanska tað besta party-staðið í Europa um summarið, segði hann eisini.

 

– Tað er eisini ein risa gastronomisk uppliving, náttúran er vøkur, og fólk eru ekstremt fitt.

 

Fyri at kanna uppháhaldið hjá Lars Løkke Rasmussen, bóðu vertirnir um hjálp frá lurtarunum, einum DR-starvsfelaga, sum hevur verið har, boksaranum Brian Nielsen og DF-politikaranum Piu Kjærsgaard.

 

Og sum certifikatið hjá Lars Løkke Rasmussen vísir (spoiler-alert), so bleiv hansara uppáhald váttað - Føroyar eru besta stað í heiminum at halda summarferiu í. Tað eydnaðist nevniliga ikki vertunum at mótprógva hetta uppáhaldið.

 

Sendingin er kann hoyrast HER.

 

##med2##