Løkke heldur fram

Lars Løkke Rasmussen verður sitandi í formansstarvinum í Vinstra.


Lars Løkke Rasmussen verður sitandi í formansstarvinum í Vinstra.

Fundurin í floksleiðsluni hjá danska Vinstraflokkinum, sum byrjaði klokkan hálvgum fimm seinnapartin endaði fyri løtu síðani við boðum um, at Lars Løkke Rasmussen heldur fram sum floksformaður.

Boðini komu rættiliga óvart á teir flestu politisku eygleiðararnar, tí allan dag hevur ljóðað, at Vinstri fór at fáa nýggjan formann í kvøld ella á einum komandi eyka landsfundi.

Lars Løkke Rasmussen gjørdist formaður í Vinstra tann 17. mai í 2009. Nakað frammanundan, tann 5. apríl, hevði hann tikið við sum forsætisráðharri, og tað embætið røkti hann til 3. oktober í 2011, tá núsitandi stjórn tók við.

Samstundis er greitt, at Christian Jensen heldur fram sum næstformaður í Vinstra.

Fleiri skjalagølur
Hetta er annars ikki fyrstu ferð, at Lars Løkke Rasmussen hevur verið í politiskum illveðri orsakað av skjølum, sum fjørmiðlar hava fingið fatur á og almannakunngjørt.

Í 2008 kom hann illa fyri, tá almenningurin slapp at síggja skjøl, sum vístu, at Lars Løkke Rasmussen sum heilsumálaráðharri hevði brúkt almennar pengar til privatar matstovuvitjanir, sigarettir og annað.

Í fjør var hann aftur í andglettinum, tá fjølmiðlarnir avdúkaðu, at hann hevði ferðast á luksusklassa á flogferðum fyri felagsskapin GGGT, sum hann er formaður í, og at felagsskapurin hevði goldið ein flogferðaseðil til dóttir hansara til Rio de Janeiro. Tað bøtti ikki um støðu hansara, at GGGT fær nógvar milliónir krónur í stuðuli úr danska ríkiskassanum.

Og herfyri komu so avdúkingarnar, sum fingu bikarið at flóta yvir hjá nógum Vinstra-fólki. Her vístu skjøl millum annað, at Vinstri hevði goldið klæðir til Lars Løkke Rasmussen fyri góðar 150.000 krónur. Tað var meiri, enn veljararnir og at enda eisini tinglimir hjá Vinstra kundu góðtaka.

Men á fundinum í kvøld eydnaðist tað Lars Løkke Rasmussen at fáa undirtøku fyri at halda fram sum formaður.