Løkke keypti klæðir - flokkurin rindaði

Sum andstøðuleiðari fær Lars Løkke Rasmussen javnan umrøðu í fjølmiðlunum. Men umrøðan er ikki altíð av tí jaliga slagnum.

Nú er aftur galið. Hesaferð hevur Ekstrablaðið útvegað sær skjøl, sum vísa, at fyrrverandi forsætisráðharrin keypti sær klæðir fyri meiri enn 150.000 krónur, sum flokkur hansara rindaði.

 

Eftir pappírunum hjá blaðnum keypti hann níggju klædningar, 21 slips, fleiri pør av buksum, 28 skjúrtur umframt skógvar fyri tilsamans 152.000 krónur. Hetta var í 2010 og 2011, meðan Lars Løkke Rasmussen var forsætisráðharri.

 

Skrivarin hjá Vinstra váttar í einari fráboðan, at floksformaðurin keypti klæðini, men at hetta bleiv gjørt í sambandi við myndatøkur til ymisk átøk. Hevur formaðurin seinni fingið sær klæðir burturav til egið brúk, hevur han goldið fyri tey, skrivar floksskrivarin.

 

Hetta er ikki tað fyrsta óhepna málið um Lars Løkke Rasmussen. Eitt nú rindaði Vinstri 110.000 krónur fyri eitt roykirúm til formannin, tá hann var forsætisráðharri, og harafturat hevur hann fingið ókeypis bil frá flokkinum. Hetta seinasta svarar til 10.000 krónur eyka í inntøku um mánaðin.

 

Í fjør stóð Lars Løkke Rasmussen fyri skotum í sambandi við tað sokallaða GGGI-málið, har hann hevði ilt við at rættvísgera dýrar flogferðir, dýr hotell og óskil í ymsum pappírum.