Løkke provokerar við flogferð

Danski forsætisráðharrin og føroyska kona hansara flugu til Spania við umstríddum flogfelagi

Tað hevur vakt ans í Danmark, at Lars Løkke Rasmussen og føroyska kona hansara, Sólrun Jákupsdóttir, í morgun flugu úr Danmark til Malaga í Spania við láprísflogfelagnum Ryanair.

Tað verður mett sum ein rættilig provokatión ímóti donsku fakfelagsrørsluni – serliga ímóti 3F, sum hevur verið í hørðum stríði við Ryanair um løn og aðrar treytir hjá starvsfólki hjá flogfelagnum í Danmark.

Ryanair noktaði at gera sáttmála við danska 3F, og tað førdi við sær mótmæli ímóti flogfelagnum. Ein avleiðing var, at Ryanair avlýsti allar sínar flogleiðir til Billund. Síðani hava fleiri kommunur, almennir stovnar og onnur valt at frávelja Ryanair í sambandi við flogferðir.

At Lars Løkke Rasmussen nú flýgur við Ryanair verður mett sum eitt slag í andlitið á donsku fakfelagsrørsluni, og danski Javnaðarflokkurin fer í Fólkatinginum í næstu viku at krevja eina frágreiðing frá forsætisráðharranum um flogferðina.